
Málningur: Havnará - og onnur kend støð í Havnini

Málningur: Havnará - og onnur kend støð í Havnini
Í døgunum 4. – 8. mars verður framsýning í Smiðjuni í Lítluvík við Jacob Fuglø, Hvalvík.
Jacob hevur havt fleiri framsýningar í Julianehåb (Qaqortoq) í Grønlandi. Tann fyrsta var í 1968, og síðani tá hevur hann havt fleiri framsýningar bæði í Danmark og Føroyum.
Á framsýningini vera 40 málningar bæði náttúru og abstrakt motivir.
Opið er í smiðjuni í Lítluvík hósdagin kl. 16.00-20.00 og fríggjadagin til mánadagin kl. 15.00-20.00.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo