Nøkur hava etið meira enn tey hava upplivað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mentan

Listasavn Føroya søkti fyrr í ár um stuðul til at skifta tróðurpláturnar í føstu framsýningini.

Mentamálaráðið hevur játtað at stuðla umvælingini, sum fer í gongd í næstum.

Arbeiðið er mett at taka umleið tríggjar mánaðir.

Karina Lykke Grand, stjóri á Listasavni Føroya, sigur soleiðis um umvælingina:

- Vit eru sera takksom fyri, at Mentamálaráðið hevur játtað stuðul til at fremja neyðugu umvælingina í føstu framsýningini. Vit mugu tíverri lata savnið aftur í tríggjar mánaðir, meðan arbeiðið fer fram, men vit gleða okkum at bjóða gestum aftur á gátt í februar.

Ætlanin er at lata savnið upp aftur 1. februar 2022 við nýggjum serframsýningum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo