Spard króna er vunnin króna
- Gírigur McKvagg

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tað bleiv eitt lítið hall uppá 600 tkr eftir skatt hjá Føroya Bjór í fjør. Tað skal samanberast við vinning uppá 927 tkr árið fyri.

Úrslitið av kapitalpørtum, tað vil siga úrslitið hjá feløgum sum Føroya Bjór eigur, hálaði úrslitið hjá Føroya Bjór tvær milliónir krónur tann skeiva vegin, so um sæð verður burtur frá tí, hevði Føroya Bjór vinning uppá 1,4 mió kr í fjør.

Rentuberandi skuldin hjá Føroya Bjór var við ársskiftið 22,7 mió kr, einar fimm mió kr meira enn eitt ár frammanundan, og hon kostaði í árinum 1,3 mió kr í mun til 648 tkr árið fyri.

Annars javnvigaði fíggjarstøðan við 104 mió kr, harav vóru 67 mió kr eginogn. 

Einar Waag er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo