At skifta hjúnafelaga er bara at skifta einar trupulleikar út við aðrar
- Kathleen Norris

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Spurningurin um at stytta arbeiðsvikuna hevur verið nógv viðgjørdur í valstríðnum higartil, og tí vil Føroya Arbeiðsgevarafelag vísa á nøkur faktuel viðurskifti um hetta mál.

Kjakið gevur eina fatan av, at føroyski arbeiðsmarknaðurin er afturútsigldur í mun til t.d. danska arbeiðsmarknaðin. Hetta er ein beinleiðis skeiv fatan viðvíkjandi arbeiðstíð á privata arbeiðsmarknaðinum.

Tað ber illa til at sambera arbeiðsvikuna í Føroyum og Danmark, uttan at hugt verður eftir effektivari arbeiðstíð, altso arbeiðstíð uttan matar- og kaffisteðgir. Yvirskipaða reglan innan privata arbeiðsmarknaðin er, at í Danmark er arbeiðstíðin 37 tímar umframt steðgir, og í Føroyum er hon 40 tímar íroknað steðgir.

Seinnu mongu árini eru tillagingar og broytingar gjørdar ígøgnum kollektivar sáttmálar og siðvenjur á privata arbeiðsmarknaðinum, har matarsteðgir í flestu førum nú eru ein partur av teimum 40 tímunum.

Harafturat eru ymsar siðvenjur um kaffisteðgir, har flestu fyritøkur geva starvsfólkum løn fyri antin ein ella tveir kaffisteðgir. 

Um ein matarsteðgur er 20 minuttir og kaffisteðgur er 15 minuttir við løn, er tann effektiva arbeiðsvikan:

Matarsteðgur og ein kaffisteðgur:      
37 tímar og 5 minuttir um vikuna

Matarsteðgur og tveir kaffisteðgir: 
35 tímar og 50 minuttir um vikuna

Fleiri arbeiðspláss hava ein løntan døgurðasteðg á halvan tíma um dagin, og tá verður effektiva arbeiðtíðin uppaftur lægri enn lýst omanfyri.

Flestu løntakarar á privata arbeiðsmarknaðinum í Føroyum hava sostatt ikki eina effektiva arbeiðstíð á 40 tímar, men arbeiðstíðin er longu umleið 37 tímar um vikuna ella lægri. Innan útflutningsvinnuna er t.d. vanligt at hava løntan matarsteðg umfram í minsta lagi ein løntan kaffisteðg.

Hetta vísir, at skipanin millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum virkar eftir ætlan. Partarnir hava gjørt tillagingar umvegis samráðingar og siðvenjur, og hesar hóska til tann føroyska arbeiðsmarknaðin, hóast sjálv lógin formliga sigur 40 tímar.

Tí er tað umráðandi at spurningurin um arbeiðstíð og arbeiðsvikuna í Føroyum verður viðgjørdur væl og virðiliga í trýpartasamráðingum millum tað almenna og partarnar á arbeiðsmarknaðinum, áðrenn nakrar broytingar verða gjørdar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo