Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hvør fiskimaður breyðføðir átta pedagogar!

Hetta veit Norðlýsið at siga.

Fiskivinnan/sjómenn eru áhaldandi meira ella minni kriminaliseraðir, so hvørt sum páhaldið um fólksins ogn er farið undir húðina á mongum. At vinnan stjelur frá landinum/fólkinum. At hon er nassari.

So sambært hasi fatanini er ikki meira enn rímiligt, at námsfrøðingar o.o. fáa sín upplagda lut í sjálvsagdu afturberingini av stuldrinum.

Atkvøðufitilendi
Politiskt er heldur ikki at forsmáa, at atkvøðufitilendið hjá námsfrøðingum og hinum fýra útvaldu bólkunum, sum nú fara at fáa sersømdir, teljast í túsundatali móti 800 sjómonnum, sum nú smoyggja sær í land - teir eru jú ein trupulleiki og ikki ein møguleiki fyri land og fólk - burdu skamma seg.

At tørvur er á at gera lønar- og arbeiðsumstøðurnar hjá teimum sum ansa og røkta betri, eru flestu samd um. Stóra avbjóðingin er, hvussu verður málið rokkið?

Einvegis at lova lønarlyft, har uppskriftin er áhaldandi at peika á ali- og fiskivinnuna sum skurkarnar í samfelagnum, er lítið annað enn skipaður missmunur móti summum fyri at tekkjast øðrum - javnbjóðist apartheid, sum flestu munnu taka frástøðu frá.

Avleiddi spurningurin er eyðsýndur, hvussu vil landsstýrið lofta kravinum frá øðrum starvsbólkum? Hvussu skal privati arbeiðsmarknaðurin takla íkomnu støðuna? Eru tímalønt ikki eisini fyri missmuni, nú fráfallið har eisini er vaksandi?

Niðurskurður uttan svar
Og so niðurskurðurin í vikutímatalinum? 37 tíma vika er í ljósmála. Og hvør ynskir ikki tað? Men hvussu skal hon skipast?

Í Danmark er arbeiðsvikan 37 tímar. Men har er meginreglan, at steðgir ikki eru íroknaðir og fáa løntakarar bert løn í steðgunum, verður kravt av teimum, at teir eru tøkir, meðan steðgurin er.

Í Føroyum er arbeiðsvikan hjá t.d. handverkarum 40 tímar/vikuna, íroknað 8 min. um tíman til steðg.

Tað merkir, at faktiska arbeiðstíðin er knappar 35 tímar um vikuna, væl minni enn arbeiðstíðin fyri handverkarar í DK – og fyri flestu løntakarar niðri annars.

So at javnbera okkara arbeiðsmarknað við danska er sera vágið, men svar er einki komið frá landsstýrinum. Har eru enn bert fuglar á tekjuni - eingin í hondini.

Túgvan av lyftunum kann tí sum frálíður koppa búskapinum. Tá kann gerast soltið í Føroyum.

Nú ljóðar, at undirskotið í 2024 verður 153 mio. kr. Hetta ”grejer seg” neyvan í sjónum. So er spurningurin hvat sosialistiska samgongan fer at gera, nú peningurin fer til lønarlyft, stytta arbeiðsviku, skattalætta og annað gott verður framt?

Skikkað meting er, at farið verður eftir høvuðsvinnunum, síðani skattahækkingar, ognarskatt og øðrum tilvildarligum, umframt sparingum í løgunum. At tálma rakstrinum verður bert okkurt hissini. Livst, so spyrst.

Sjálvbestaltað meirvirði
Nógv verður røtt um skilnaðin í londunum í Vesturheiminum, har londini er um at fara í tvíningar. Hjá okkum er er ikki mætari.

Her er klovningurin kanska meira enn aðrastaðni settur í politiskt system, har størsti flokkur í Løgtinginum hevur sum aðalmál at frysta aðrar úti undir paroluni, at vera meira verdur, meira menniskjaligur - ja, umboða betri menniskjasýn enn annar/aðrir flokkar.

Teirra parola er: Vit hjartagóðu, reiðuligu og falsleysu móti teimum órættvísu, óheiðirligu og minni verdu.

Tað boðar ikki frá góðum, men vil sum frálíður eggja til illstøðu millum fólk.

Tað byggir einki land, tvørturímóti.

Bjarni Djurholm

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo