Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Lærarafelagið/Jacob Eli S. Olsen: Vit síggja avleiðingarnar av ótryggum sálarligum arbeiðsumhvørvi, tá limir í Lærarafelagnum leggjast fyri, men vit vita lítið um umstøðurnar annars. Soleiðis er støðan við sálarliga arbeiðsumhvørvinum á nógvum arbeiðsplássum í Føroyum, og vit hava fáar og avmarkaðar skipanir at stuðla sálarliga arbeiðsumhvørvið. Sálarliga arbeiðsumhvørvið er ov illa skipað, og tað eiga vit at bøta um.

Løgtingið hevur latið Granskingarráðnum fæið í Frítíðargrunninum at umsita fyri at stuðla kanningum og gransking í arbeiðsmarknaðarviðurskiftum; hetta er ein upplagdur møguleiki at kanna sálarligu arbeiðsumstøðurnar, fyri at fáa neyðuga vitan til at gera munagóðar batar. Nú eru 10 milliónir tøkar at lata sum stuðul til verkætlanir, sum fara at gagna arbeiðsmarknaðinum í framtíðini; tað kann vera til smærri kanningarverkætlanir ella t.d. ph.d.-verkætlanir. Vónandi finna nakrar av hesum krónum leiðina til verkætlanir, ið ætla at kanna og bøta um sálarliga arbeiðsumhvørvið.

Vit síggja ov nógvar støður, har starvsfólk vísa tekin um máttloysi og at enda koppa í starvinum. Hetta hevur stórar avleiðingar fyri gerandisdagin hjá hesum fólkum og teirra avvarðandi. Um vit dugdu betur at skipa sálarliga arbeiðsumhvørvið og at hyggja at vandateknum og taka okkum av støðunum, so kundu vit sloppið undan fleiri lagnum, har álítandi starvsfólk fella í fátt, og arbeiðsplássið missir dugnalig starvsfólk.

Vit hava rætt til eitt trygt arbeiðsumhvørvi, bæði tá tað er talan um fysiska og sálarliga arbeiðsumhvørvið. Tá talan er um fysiskar vandar í arbeiðsumhvørvinum, so eru trygdarskipanir, so sum krav um hjálm, trygdarskógvar og aðrar verjur, men tá talan er um at verja okkum ímóti sálarligum vandum í arbeiðsumhvørvinum, so eru fáar verjur og skipanir at tryggja okkum.

Vit vita ov lítið um sálarliga partin av arbeiðsumhvørvinum, og sálarligir arbeiðsskaðar hjá lærarum eru ikki fráboðaðir sum arbeiðsskaði til myndugleikarnar, um vit hyggja at hagtølunum hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. Arbeiðið hjá læraranum er at fáast við menniskju, og tí fáa lærarar sálarligar stoytir, til tíðir so harðar, at tey fáa skaða av hesum og fella frá í styttri ella longri tíð. Skúlunum mangla betri skipanir at taka sær av hesum lærarunum, eisini til at boða frá um arbeiðsskaða.

Um lærarin skal gagna børnunum, so má hann hava eitt persónligt yvirskot at geva av hvønn einasta undirvísingartíma, tí hevur arbeiðið fyri sálarliga arbeiðsumhvørvinum í skúlunum so nógv at siga, ikki bara fyri læraran, men eisini fyri næmingarnar.

Vit vita lítið um, hvussu vit kunnu virka fyri einum tryggum sálarligum arbeiðsumhvørvi í skúlunum, hetta síggja vit eisini, tá álitisfólk, skúlaleiðslur og einstakir limir venda sær til felagið. Vit hava ásetingar, sum eru við til at gera fysiskt arbeiðsumhvørvið trygt; nú er neyðugt, at vit eisini fáa ásetingar og mannagongdir, ið kunnu gera sálarligt arbeiðsumhvørvið trygt og stuðlandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo