Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

LÍV er størsti eftirlønarveitari á føroyska marknaðinum og hevur fleiri enn 26.000 tryggingar. LÍV umsitur stóran part av uppsparingini hjá føroyska arbeiðsmarknaðinum, og skal tryggja lívskorini hjá meirilutanum av føroyingum á ellisárum.

Viðskiftafólkini hjá LÍV kunnu nú brúka somu talgildu atgongd, sum tey brúka í øðrum sambandi. Við Samleikanum verður ritað inn trygt og einfalt, samstundis sum Samleikin tryggjar, at tað bert er rætti viðkomandi, sum fær atgongd til upplýsingarnar.

Samleikin hevur stóran týdning fyri virksemi hjá LÍV, og hevur LÍV stuðlað verkætlanini hjá Talgildu Føroyar frá byrjan.

“LÍV hevur verið ein aktivur viðleikari í tilgongdini hjá Talgildu Føroyum, og gleðast vit um, at vit eru fyrsti tænastuveitari, sum kann bjóða kundum okkara hendan møguleika,” sigur Jan Jakobsen, stjóri á LÍV.

LÍV hevur eisini fyrireikað seg á aðrar mátar at gerast meira talgild. Ein partur av fyrireikingini til hesa tilgongd hevur verið, at LÍV hevur gjørt nýggja heimasíðu, og skjótt verður nýggj KT skipan og nýggjur kundaportalur tikin í nýtslu, sum ger tað smidligari at veita kundunum eina góða tænastu.

Omanfyri 7000 føroyingar brúka longu Samleikan. Meira kann lesast um Samleikan á www.samleikin.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo