Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Í hesi vikuni gevur Forlagið HEMLIÐ út eina lítla bók um lív Karlamagnusar. Flestu føroyingar munnu kenna navnið Karlamagnus, um ikki annað so av tí nógv umtalaðu breytini uppi í Hoyvík, sum hevur fingið navn eftir honum.

Karl hin Mikli er eisini kendur ígjøgnum kvæðini um brøgd hansara á vígvøllinum og tólvjavningarnar við Ólivanti, sum blásti í hornið, tá ið teir vóru komnir í tronga í Runsivali.

Tað er munkurin Einhard, skrivari og næsti ráðgevi Karls, sum eftir deyða hansara skrivaði lívssøgu hansara: Vita Caroli Magni.

Eilif Samuelsen hevur týtt bókina úr svenskum.

Forlagið HEMLIÐ gevur út klassikarar í heimsbókmentum og hevur higartil givið út 19 bøkur. Yvirlit yvir allar bøkurnar sæst á hemlid.fo

Bókin er 105 bls.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo