Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

LÍV og Bústaðir: Tryggingarfelagið LÍV og almenna bústaðafelagið Bústaðir hava nú stovnað P/F Heimasta Horn II, sum hevur til endamáls at eiga og reka leigubústaðir á Heimasta Horni í Tórshavn.

Talan er um verkætlan, sum fevnir um 22 leigubústaðir, ið væntandi verða klárar at flyta inn í seint á sumri 2023.

LÍV hevur leingi havt ynski um at virka á og stuðla undir leiguíbúðarmarknaðin og fegnast tí um, at tað hevur eydnast at gera samstarvsavtalu við Bústaðir.

Avtalan er fyrsta stigið, ið skal tryggja, at báðir partar røkka longur, enn um teir vóru hvør sær.

Ætlanin er, at fleiri verkætlanir fara at leggjast afturat í samstarvinum.

LÍV arbeiðir miðvíst við at gera íløgur í marknaðin fyri leiguíbúðir í Føroyum.

Eitt av endamálunum hjá Bústøðum er at tryggja fjølbroytni á føroyska bústaðarmarknaðinum og passar tí væl til hugsjónina hjá LÍV.

Jan Jakobsen, stjóri í LÍV sigur:

”LÍV ynskir at tryggja kundum okkara eitt nøktandi avkast, og íløgurnar skulu koma kundunum til góðar. Vit meta tí, at tað passar væl inn í okkara virkisøki, at eftirlønaruppsparingarnar koma út at arbeiða í Føroyum. Samstundis eru vit við til at loysa eina stóra samfelagsliga avbjóðing”.

Andras Róin, stjóri á Bústøðum sigur:

“Vit fegnast um at tað hevur eydnast at fáa hetta samstarvi í lag. Talan er um slóðbrótandi og nýskapandi samstarv, har tað almenna bústaðafelagið og føroyskur pensjónskapitalur ganga hond í hond. Við hesum kunnu vit røkka longur, og meira ferð kann setast á byggingini av leigubústøðum.”

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo