Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Lív og Jónas vóru best umtóktu nøvnini til gentur og dreingir fødd í 2021.

Av teimum 683 børnunum, sum vóru fødd í 2021, fingu sjey gentur navnið Lív, meðan tíggju dreingir fingu navnið Jónas.

Hetta er fyrstu ferð síðani 2001, at Lív er best umtókta gentunavn. Í 2001, sum er byrjanarárið fyri navnauppgerðina, var Lív nummar níggju á listanum yvir best umtóktu gentunøvn, meðan Jónas var nummar fimm. Síðani tá hevur Jónas verið best umtókta dreingjanavn heilar tíggju ferðir.

Onnur vælumtókt nøvn hjá dreingjum vóru Nóa, Gilli, Jógvan, Markus, Adrian og Bragi. Hjá gentum vóru tað nøvnini Julia, Emma, Isabella, Nora, Ria og Sólja. 

Lív var tað einasta gentunavnið, sum var millum tíggju tey best umtóktu bæði í 2021 og fyri 20 árum síðani. Tá vóru nøvnini Ronja, Vár, Helena og Rebekka ovast á listanum. 

Av dreingjanøvnunum var Jónas tað einasta navnið, sum var millum tíggju tey best umtóktu bæði í 2021 og í 2001. Tá vóru nøvn sum Jákup, Hanus, Rói og Dánjal best umtókt. 

Fleiri nøvn eru løgd aftur at síðan 2001, og nøkur av teimum, sum eru nógv brúkt í dag, eru til dømis Nóa, Bragi og Liam hjá dreingjum og Brá, Vón og Ria hjá gentum.

Les meira á temasíðuni um nøvn ella royn navnaleitaran.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo