Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Liverpool fekk eina ordans jólagávu í dag, tá Leicester City vann 2-1 ímóti Manchester City á heimavølli.

Samstundis vann Liverpool 4-0 ímóti Newcastle United á heimavølli.

Manchester United vann í sínum lag 3-1 ímóti Huddersfield á heimavølli, meðan Tottenham vann 5-0 ímóti Bournemouth í London.

Úrslitini í dag hava við sær, at Liverpool stimar víðari og hevur nú 51 stig fyri 19 dystir, meðan Spurs nú hevur lagt seg á 2. plássið í kappingini. Spurs hevur 45 stig fyri 19 dystir.

City datt við tapinum í dag niður á 3. plássið í kappingini. City hevur 44 stig fyri 19 dystir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo