Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Liverpool og Wolverhampton Wanderers leiktu í kvøld javnt 2-2 á Anfield.

Talan var um eina uppgerð í 3. umfari í FA Cup. 

Goncalo Guedes legði útiliðið á odda 1-0 í 26. minutti eftir stórt mistak frá Alisson Becker í Liverpool-málinum, men í 45. minutti gjørdi Darwin Núñez nakað, hann ikki hevur verið so raskur til hesa síðstu tíðina - hann skoraði, og so var støðan 1-1. 

Í 52. minutti legði Mohamed Salah heimaliðið á odda 2-1, men tann støðan helt sær bara í 14 minuttir, tí tá setti Hwang Hee-Chan bóltin í kassan fyri Wolves til javnleik 2-2, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

Harvið skulu Liverpool og Wolves leika umdyst fyri at gera av, hvør av teimum skal víðari til 4. umfar í heimskendu steypakappingini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo