Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Kollfirðingar vóru vælmøttir og vælupplagdir til borgarafundin í gjárkvøldið. Bylgjurnar gingu rættiliga høgt í málunum um útstykking og ansingarstovnar, meðan semja og vælnøgd eitt nú merkti kjakið um heita vatnið í Kollafirði.

Áðrenn kommunalu umboðini sluppu framat, legði Ben Arabo fram nøkur hagtøl um demografisku gongdina í Kollafirði. Tølini vístu afturgongd av fólki í barnførum aldri og harav minkandi barnatal, meðan talið á eldri fólki vaks.

Hetta fekk onkran kollfirðing at staðfesta, at nógvu gomlu dreingirnir í Kollafirði – ein uppá mørkina – ikki vóru innroknaðir í kanningina. Tørvandi grundøki fingu skuldina fyri vantandi fólkavøksturin. Hesum var borgarstjórin tó ikki samdur í.

Borgarstjórin legði fyri við at greiða frá, at heilt síðan kommunurnar løgdu saman í 2001 hevur verið trupult at orða nakað um útstykkingar og sethúsabygging í Kollafirði, tí kommunan átti og eigur onga jørð í bygdini. Alt var landsjørð og privat.

Seinasta stóra útstykking í Kollafirði var á Hamrabøi. Tað gekk rímiliga væl at selja tey 22 stykkini í fyrstu atløgu. Tað vóru 35 umsøkjarar. Men fleiri stykki vórðu latin innaftur og seld til hini, sum stóðu á listanum.

Seinni komu nøkur inn aftrat, men tá var listin trároyndur, so tey vórðu seld í fríari sølu fyri undir kostprís. Men kortini eru framvegis 10 ikki byrjaði at byggja. Tað ljóðar, at summi hava havt trupulleikar við fígging, sum tíðirnar eru.

Í fjør lýsti kommunan so um 4.500 fermetrar til sølu til fjølbroytta bústaðabygging. Hetta er partur av matrikkul 203 á Lygnesi, atkoman er umvegis Grønagil. Her var pláss fyri bæði raðhúsa- og íbúðarbygging og bæði eigara- og leigaraloysnum. Men tað kom bara eitt tilboð inn.

Tíverri vóru treytirnar hjá keyparanum soleiðis, at kommunan sambært kommunustýrislógini ikki hevði heimild at gera eina tílíka avtalu. Mælt varð tí til at bjóða økið útaftur, men tá kom onki tilboð inn.

Kommunan hevur tó ikki slept málinum og ætlanin er at bjóða økið útaftur, møguliga í samstarvi við Bústaðir. Birita Wardum, býararkitektur, greiddi í eini framløgu nærri frá møguleikum fyri bústaðabygging í Kollafirði, og hvørjir møguleikar eru í framtíðini.

Her eru fleiri møguleikar, men jørðin er landsjørð ella ognarjørð og tí annaðhvørt trupul ella kostnaðarmikil at útvega. Millum kollfirðingar vóru fleiri sum mettu, at kommunan óansæð átti at útvega lendið og gera tað byggibúgvið, og onkursvegna útluta tað fyri ein rímiligan prís.

Víst var til aðrar kommunur, har stór øki hava verið útlutað fyri undir marknaðarprís. Men her vístu umboð fyri umsitingina á, at hetta er ólógligt og ikki ein møguleiki hjá Tórshavnar kommunu, sum er undir strongum almennum eftirliti.

Eldradepil í Kollafirði
Marius Múller, leiðari á byggimálsdeildini, greiddi í eini framløgu frá um ætlanina at byggja eldradepil í Kollafirði. Eldradepilin skal avloysa verandi Tilhald og sambýlið. Sambýlið er ikki tíðarhóskandi longur. Haraftrat skulu vera fleiri búpláss enn tey núverandi 7 búplássini á sambýlinum.

Á sambýlunum búgva í dag borgarar, sum hava lættari røktartørv. Í framtíðini skal tað vera soleiðis, at eisini borgarar við demenssjúku og við størri røktartørvi skulu kunna búgva á Eldradeplinum í Kollafirði.

Hugsanin er, at Eldradepilin skal hava rúm fyri venjing og Tilhaldi, umframt búplássum. Møguleiki er eisini fyri at innhugsa nakrar eldraíbúðir ella røktaríbúðir í tilknýti til eldradepilin í Kollafirði.

Ætlanin er at gera ein depil, har allar tænastur á eldraøkinum í Kollafirði verða samlaðar. Fleiri uppskot hava verið um staðseting, men enn var ikki komið á mál við hesum – tey trý økini í uppskoti eru á Todnesi, á Lygnesi og í Homrum.

Her stóðst stórt kjak um staðsetingina sum endaði við, at fundurin einmælt mælti til at leggja eldradepilin á Todnesi. Hetta tók borgarstjórin til eftirtektar og lovaði at fara í gongd við at útvega økið beinanvegin.

Heita vatnið
Tekniski stjórin, Bogi Jacobsen, hevði framløgu um heita vatnið, sum sprýkir upp úr kilometra dýbd á Lygnesi. Har eru fleiri hol við 27 gradir heitum vatni, sum spræna upp til 18 kubikk upp um tíman.

Sum kunnugt hevur verið tosað um at gagnnýta vatnið, Umhvørvis- og Vinnumálaráðið játtaði í fjør stuðul til eina verkætlan til m.a. at gagnnýta vatnið til upphiting av kommunalum bygningum í Kollafirði. Kommunan hevur eisini játtað eina miljón til endamálið.

Bogi greiddi frá, at hetta kann gerast við einum samlibrunni á Lygnesi við rørleiðing millum Lygnes og við Sjógv, og so byggjast út loypandi. Hetta er aldri roynt áður í Føroyum, og hartil kemur, at rætturin til at gagnnýta vatnið ikki enn er avgreiddur, men ein lóg er ávegis.

Stórur áhugi var fyri hesum málinum. Sæð útfrá, at málið um brúksrættin til vatnið liggur í løgtinginum til avgreiðslu, so roknaði Bogi Jacobsen við skjótari og jaligari viðgerð, so kollfirðingar longu í ár fóru at síggja úrslitið av arbeiðnum.

Frítíðarskúlin
Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri, greiddi frá ætlanum hjá kommununi at fáa betrað munandi um hølisumstøðurnar hjá barnagarðinum og frítíðarskúlanum. Tørvur er á at fáa samlað alt námsfrøðiliga virksemið við Botnánna og at hølini verða í nútíðarhóskandi standi.

Kommunan hevur samstarv við Skótafelagið um leigu av hølum. Øll eru samd um, at hesi hølini eru ikki hóskandi longur, so onnur loysn skal finnast. Har eru ymsir møguleikar at byggja innanfyri verandi byggisamtykt, og sum eisini kann vera við til at gera økið fram við ánni meira innbjóðandi við lendisgøtum, spæliplássi o.ø.

Her var ósemja um loysnirnar, kanska serliga tí fleiri áhugamál eru í sama øki. Og hóast neiligu demografisku gongdina í Kollafirði, so eru stovnarnir við at bresta av børnum. Men trivnaðarstjórin lovaði skjótt og gott arbeiði í samstarvi við partarnar.

---

Aftaná var orðið frítt og høvið var at tosa um onnur mál. Kommunan var væl mannað við serkønum á fleiri økjum, sum vóru tøk at greiða frá og svara spurningum.

Orðstýrarin, Jón Brian Hvidtfeldt, kundi tó rættiliga skjótt bjóða fólki ein drekkamunn, eftir at borgarstjórin hevði takkað fyri ein góðan fund, har bæði politikkarar og umsiting høvdu fingið nógv áhugavert við sær í skjáttuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo