Summar Festivalurin: Teir eru ungir og lívligir, teir spæla melodiøsan og fangandi rocktónleik, og nú skulu teir framføra á landsins størsta tónleikatiltaki.
Adrenaline er rockbólkur úr Klaksvík, og teir vera tí á heimavølli, tá ið teir í august skulu hava konsert í tjaldinum á Summar Festivalinum.
Adrenaline hevur útgivið fleiri væl umtóktar sangir – eitt nú "Bjarta", "Spillikassin" og "Eg vil koyra skjótari". Teir hava eisini havt framførslur kring landið og hava luttikið í tónleikakappingunum Sement og Stella Polaris.
Teir eru framfýsnir og undirhaldandi á palli og hava vunnið sær trivaligan fjepparaskara.
Teir, sum spæla í Adrenaline, eru Jónas Jacobsen (sang), Tórður Sóleyarson (gittar), Niclas Høgnesen (bass) og Høgni Sørensen (trummur).
Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 3. til 5. august.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo