Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í sambandi við eitt-ára føðingardagin í dag hjá tíðindamiðlinum Local.fo, bjóðaði manningin á Local.fo seinnapartin til køku, sodavatn og kaffi í miðlahúsinum á Grønlandsvegnum. 

VP keypti 50% av Local.fo í oktober í fjør, og síðan tá hevur Local.fo hildið til í húsinum á Grønlandsvegnum, har VP eisini hevur sína redaktión.

Umframt VP og Local halda eisini FM1 - áður Rás2 - og aðrar fyritøkur og einstaklingar til í sama húsi.

Local.fo borðreiðir við tíðindum um føroysk viðurskifti á enskum, og eru tað Jens Hákun Leo, Torleif Joensen og Gunnar Skúvadal, sum eiga miðilin.

Teir tríggir bjóðaðu í dag hinum í húsinum fram við til ein góðan køkubita, sum teir høvdu fingið til høvið frá Køku-Design v/Ildiko Johansen.

Torleif Joensen, stjóri í Local.fo, legði í hesum sambandi dent á týdningin av at steðga á og geva sær stundir til at gleðast um tað, ein hevur uppnátt higartil.

- Tað ræður um at seta tíð av her í lívinum til at feira gylt høvi og bara vera glaður. Man kann altíð hyggja frameftir og seta sær nýggj mál og so framvegis, men onkuntíð skal man bara siga "veitst tú hvat" og so seta seg niður og hyggja takksamur aftur á tað, sum man hevur uppnátt, segði ein filosofiskur Torleif.

Hann helt fram:

- Vit stovnaðu Local.fo fyri einum ári síðan, og eg kann siga, at tað gjørdu vit, tí vit sóu, at har var ein tørvur, ið ikki var nøktaður. Og eg haldi samanumtikið, at fólk hava verið glað fyri okkum, og at vit hava givið okkara íkast til tjóðarbyggingina.

- Málbólkurin hjá okkum eru útlendingar, sum hava sett búgv her, og tey mongu ferðafólkini, sum koma higar á hvørjum ári, og tað er stak umráðandi at náa hesi fólkini. Vit síggja tað sum eina public service skyldu, segði Torleif millum annað.

Local.fo hevur seinastu 30 dagarnar havt vitjandi úr 124 londum. Harav eru Føroyar, Danmark, Ongland, USA, Noreg, Ísland, Týskland og Holland tey londini, har tey flestu vitjandi hjá Local.fo eru frá.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo