At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Mette Frederiksen ætlar sær nú - beint undan einum fólkatingsvali - at loyva, at børn niður í 0 ár kunnu fáa eitt sokallað “løgfrøðisligt kynsskifti.”

Við øðrum orðum heldur systurflokkurin hjá Javnaðarflokkinum, at tað er púra í lagi at gera eitt gentubarn til ein drong, og eitt dreingjabarn til eina gentu – í hvussu so er á pappírinum!

Tá eg hoyrdi hetta fyrstu ferð, trúði eg ikki mínum oyrum.

Men tíverri, eg hoyrdi rætt.

Mette Frederiksen má hava mist bæði vit og skil.

Tað tykist, sum alt á Christiansborg er endað í einum hurlivasa.

Mette Frederiksen avtók eina heila vinnu. Men hon visti ikki av, at ein slík avgerð krevur lógarheimild?

Men nú ræður um at flyta fokus.

Eingin vinnur eitt val uppá deyðar minkar og eitt knúst embætisverk.

Nýtt fokus er, at nú skal aldursmarkið fyri at kunna fremja løgfrøðiligt kynsskifti strikast.

Eitt løgfrøðisligt kynsskifti er at geva einum persóni eitt p-tal sum passar til hitt kynið.

Danski Javnaðarflokkurin ætlar sær altso at loyva, at eitt nýføtt dreingjabarn, sum liggur á føðideildini, kann fáa eitt p-tal sum var hann ein genta, og at eitt nýføtt gentubarn kann fáa eitt p-tal, sum var hon ein drongur.

Eg bíði í spenningi eftir, hvat føroyski Javnaðarflokkurin sigur til hetta?

Christian Andreasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo