Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Tað var ein feilur at seta regluna inn um, at samgongan skuldi bindast til at atkvøða saman um andstøðuuppskot. Tað sigur Báður á Steig Nielsen, løgmaður, seg viðurkenna blankt.

Orðini fella í eini dagføring á facebook vanganum hjá løgmanni í dag, eftir at hann í seinastuni hevur verið í nakað av andróðri. Hálvvánalig úrslit í veljarakanningum, ófriður og misnøgd innanfloks, ikki minst av fleiri uppskotum um broytingar í lógum sum skulu javnstilla "sammøður", og sum koma til atkvøðugreiðslu mánadagin, eru millum orsøkirnar.

- Í Sambandsflokkinum hevur altíð verið siðvenja, at limir í flokkinum hava rætt til egna sannføring í etiskum málum. Men fyri at hjúnabandslógin ikki skuldi rullast aftur, var kravið til samgongusamráðingarnar, at samgongan skuldi atkvøða samlað um andstøðuuppskot. Hendan orðingin í samgonguskjalinum er nú vorðin ein forðing. Hon upphevjar aldargomlu siðvenjuna um, at einhvør tinglimur kann atkvøða eftir egnu sannføring í sokallaðum etiskum málum. Vit mugu ásanna, at hetta er sera óheppið, sigur løgmaður millum annað.

Les alt uppslagið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo