Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tað er neyvan at taka munnin ov fullan at siga, at Bárður á Steig Nielsen eigur sín trivaliga part av heiðrinum fyri, at kappróðurin í heimbygdini hevur so frægar umstøður.

 

Fyri nøkrum árum síðani var hann við til at seta eina høll oman á eina gamla betonggrund miðskeiðis í bygdini, og síðani eru ábøtur gjørdar so við og við, so tey sum íðka tjóðarítróttina í dag hava rættuliga góðar umstøður í Vestmanna. Alt sjálvboði arbeiði, sum oftani man vera í slíkum føri.

 

- Man má royna at taka eina hond í, sigur Bárður, sum sjálvur hevur róð at kalla øll ungdómsárini og eisini enn "hongur í" - seinastu fimm árini hevur hann verið partur av oldboys manningini sum av og á flotar Vestmenning - ikki minst til serlig høvi, so sum á Ólavsøku og onkuntíð í samband við Bátastevnuna, har Bárður eisini er ein av undangongufólkunum.

 

##med2##

 

Ætlanin við brúnni, sum nú verður stoypt, er at lætta um hjá manningunum at koma úr og í bátin tá hann verður drigin. Streymurin er altíð harður um páskirnar, so tí er serliga lagaligt at fáast við slíkt arbeiðið beint nú, tá fjøran er stór.

 

- Vil man hava nakað at henda, so er at fáa tað at henda, sigur Bárður Nielsen, sum ikki er bangin fyri at smoyggja upp um ermar. Til at hjálpa sær at fáa formarnar til brúnna upp í dag hevði hann børnini, pápan og versonin.

 

- Og abba, ikki at gloyma. Hann hevur stoypt nógv og er altíð góður í ráðum, sigur Bárður við VP.

 

Abbi løgmann er Sigurð Nielsen, sum í dag er 94 ára gamal og herfyri var at hoyra í sendingini "Við Tóri á Túri".

 

##med3##

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo