Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Frá 2024 banna vit oljufýrum í nýggjum húsum, vit veita stuðul til at taka niður gamlar oljufýringar, og hitapumpur sleppa framhaldandi undan meirvirðisgjaldi.

- Eisini leingja vit skipanina við mvgafturbering til el-og vetnisbilar, og vit minka stigvíst um ávís dálkandi vakstrarhúsgass, segði løgmaður í røðu síni á Ólavsøku.

- Við nýggju pantskipanini kunnu vit lata øll pantíløt inn aftur á sama stað. Hartil eiga vit at taka pant av fleiri íløtum, so vit minka um burturkastið.

- Men tað nyttar lítið at hugsa um heimsins náttúruavbjóðingar og samstundis gloyma okkara egnu. 

- Vit hava avmarkaða vídd, og vit mugu tí hava greiðir ætlanir.
Bæði um hvussu ymsu økini í landinum skulu kunna brúkast, og hvussu vit skipa gongd í haga.

- Føroyingar skulu kunna njóta náttúruna. Tað hevur altíð verið siðvenja.

- Skiljast skal tí millum privata- og vinnuliga gongd í haga. Og vit skulu altíð sýna varsemi og atlit til landbúnað, seyðahald og náttúru.

Les alla røðuna her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo