Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgmansskrivstovan: Løgmaður hevði eina hendingaríka ferð í Glasgow fyrr í vikuni. Fyrstu dagarnar settu heimsins leiðarar mál á veðurlagsøkinum. Tað ger landsstýrið eisini.

- Okkara mál er at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi í minsta lagi 30 prosent í 2030 í mun til 2010. Skulu vit røkka hesum máli, krevur tað umleið eina helvtarminking í mun til útlátið, sum tað var í 2020, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Fyrrapartin mánadagin var tíðindafundur á COP26, har løgmaður, danski forsætisráðharrin og grønlendski landsstýrisformaðurin tóku lut. Á tíðindafundinum gjørdi løgmaður greitt, at Føroyar taka veðurlagsbroytingarnar í størsta álvara, og at landsstýrið í næstum fer at leggja sín orku- og veðurlagspolitikk fram.

Løgmansskrivstovan hevur meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo