Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 004 til Aksel V. Johannesen, løgmann, frá Erlingi Eidesgaard, løgtingsmanni, um almenna ognarlutin í BankNordik og føroyskt fíggjareftirlit

Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. Nær og hví er hámark fyri atkvøðunum hjá tí almenna sett inn í viðtøkurnar hjá BankNordik?

2. Er tá neyðugt hjá tí almenna at halda fast við tey 34,8% í ognarluti, ella kundi almenni ognarluturin verið lækkaður til tey 10%, sum tað almenna í dag hevur at atkvøða við?

3. Hevði tað ikki givið størri almenna ávirkan á bankageiran, at eitt føroyskt fíggjareftirlit varð sett á stovn?

Svar:
Til nr. 1

Fyri at svara hesum spurningi, verður givin ein frágreiðing um tilgongdina at einskilja Føroya Banka. Landsstýrið, ið sat í 2005, gjørdi av, at fara undir eina tilgongd at einskilja bankan. Grannskoðaravirkini SPEKT og Rasmussen & Weihe umframtráðgevarafyritøkan Alfred Berg AMN AMRO vórðu biðin um at gera frágreiðing um møguligar einskiljingarhættir. Í hesi frágreiðing vóru ymiskir einskiljingarhættir lýstir.

Fíggingargrunnurin frá 1992 stóð sum eigari av Føroya Banka, men hóast Fíggingargrunnurin formliga stóð fyri sjálvari einskiljingini, var øll tilgongdin framd í tøttum samskifti við landsstýrismannin í fíggjarmálum. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevði heimild til at geva Fíggingargrunninum boð um at fara undir at einskilja bankan uttan at spyrja Løgtingið, men fyri at kjølfesta tilgongdina politiskt so væl sum til bar, valdi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum at leggja soljóðandi uppskot til samtyktar fyri løgtingið:

Løgtingið tekur undir við, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum heimilar Fíggingargrunninum frá 1992:

- at skráseta partabrøvini í P/F Føroya Banka á Virðisbrævamarknaði Føroya og
selja partabrøvini, soleiðis at ein partur verður seldur bólki/bólkum av
fíggjarligum íleggjarum, og restin verður seld privatum og stovnsligum
íleggjarum. Søluinntøkan av P/F Føroya Banka skal brúkast til at niðurgjalda
landskassaskuld og/ella setast í ein búskapargrunn.

Eitt samt Løgting samtykti 7. mars 2006 omanfyristandandi uppskot.

Í frágreiðingini frá Grannskoðaravirkunum SPEKT og Rasmussen & Weihe og ráðgevarafyritøkuni Alfred Berg AMN AMRO, varð víst á, at tann einskiljingarháttur, ið kundi væntast at geva landinum størstu inntøkuna, var søla til ein strategiskan íleggjara. Men ístaðin varð gjørt av, at heita á Fíggingargrunnin um at selja partabrøvini til fíggjarligar íleggjarar, stovnsligar íleggjarar og privatpersónar. Høvuðsorsøkin til hesa avgerð var, at man var bangin fyri, at um selt varð til ein strategiskan útlendskan íleggjara, var vandi fyri, at bankin fór at enda sum ein filialur av einum útlendskum banka, og høvuðssæti, serkunnleiki og menning av ymiskum førleikum kom at verða flutt av landinum.

Í omanfyrinevnda uppskoti til samtyktar varð einki nevnt um nakran ognarpart hjá landinum og heldur einki um avmarkingar í atkvøðurættinum. Men í politiska fylgibólkinum, ið settur var at fylgja einskiljingartilgongdini, var nógv fokus á at tryggja, at Føroya Banki varð varðveittur sum ein sjálvstøðugur, sterkur og vinnuligur aktørur í føroyska vinnulívinum og føroyska búskapinum, og í hesum bólkinum var semja um, at landið skuldi varðveita ein ognarpart í bankanum uppá 34 %, og at atkvøðuavmarkingar skuldu gerast.

Orsøkin til at avgjørt varð, at landið skuldi varðveita ein ognarpart uppá 34%, var fyri at landið við hesum kundi hava ein «blokerandi minniluta», og soleiðis avgera um viðtøkurnar í bankanum skulu broytast ella ikki.

Í stk. 9.2. í viðtøkunum hjá BankNordik eru reglurnar um Quorum krøvini at finna.

Stk.9.2. er orðað soleiðis:
“Uppskot um broytingar av viðtøkum bankans og uppskot um sjálvbodna avtøku og fusión kunnu bert samtykkjast, um uppskotið verður samtykt við í minsta lagi 2/3 av bæði greiddum atkvøðum og tí á aðalfundinum við atkvøðurætti umboðaða partapeninginum og treytað av, at minst 2/3 av partapeninginum er umboðaður á aðalfundinum.”

Fyri at broyta viðtøkurnar krevst soleiðis bæði undirtøka frá 2/3 av greiddum atkvøðum og 2/3 av tí á aðalfundinum við atkvøðurætti umboðaða partapeninginum.

Tvey atlit talaðu fyri ásetingini um atkvøðuavmarking á 10%. Eina atlitið var, at landið ynskti, at bankin ikki skuldi seljast einum strategiskum íleggjara (t.e. einum øðrum banka), men skuldi varðveitast sum ein sjálvstøðugur banki og tískil seljast til fíggjarligar íleggjarar, stovnsligar íleggjarar og privatpersónar.

Ein atkvøðuavmarking uppá 10% tryggjar, at eingin einstakur eigari kann fáa fult ræðið á bankanum.

Hitt atlitið var, at um landið varðveitti ræði samsvarandi ognarlutinum og tískil varðveitti fult ræði á bankanum aftaná søluna, hevði tað væntandi avmarkað áhugan hjá møguligum íleggjarum at keypa partabrøvini og soleiðis lækkað keypsprísin og harvið søluupphæddina, sum landið fekk burturúr søluni.

Til nr. 2
Sjálvandi er tað ein møguleiki, men tað er ein politiskur spurningur um man ynskir at broyta hetta. Sum greitt frá frammanfyri, so vil ein avleiðing av at landið selur seg niðurum 1/3 ognarlut verða at so kunnu viðtøkurnar broytast, uttan at landsstýrið hevur møguleika at forða fyri hesum. Tað fer t.d. at bera til at avtaka 10 % atkvøðuavmarkingina uttan at landsstýrið kann forða fyri tí, við tí møguligu avleiðing, at bankin verður keyptur av einum øðrum banka og høvuðssæti bankans verður flutt úr Føroyum.

Til nr. 3
Tað høvdu óivað verið fyrimunir við einum føroyskum fíggjareftirliti. Eftirlitsmyndugleikin hevði ligið tættari at bankunum, og starvsfólkini í einum føroyskum fíggjareftirliti høvdu sannlíkt havt betri innlit í tað samfelagið, sum bankarnir virka í. Sigast skal tó, at danska fíggjareftirlitið er broytt eftir fíggjarkreppuna, og hevur í dag neyvari eftirlit við føroysku bankunum. Hetta stendst serliga av, at tríggir av føroysku bankunum eru skrásettir sum SIFI-bankar, og eru hesir tí undir serliga neyvum eftirliti.

At stovnseta eitt føroyskt fíggjareftirlit og harvið yvirtaka málsøkið um fíggjarlóggávuna og eftirlitið við peningastovnunum í Føroyum er tó ikki uttan váðar. Neyðugt hevði verið við nógvum starvsfólkum við servitan og royndum á eftirlitsøkinum. Hetta er kostnaðarmikið, og er tað ikki vist, at tað hevði verið lætt at mannað slíkan stovn á fullgóðan hátt, í øllum førum eftir stuttari tíð. Ein yvirtøka av málsøkinum merkir eisini, at Føroyar høvdu mist atgongdina til sonevnda Garantiformuen, fyrr nevndur innskjótaragarantifondurin. Hesin veitir trygd á 750.000 kr. til allar innlánarar í føroysku peningastovnunum. Neyðugt hevði tí verið at sett á stovn eina líknandi trygdarskipan í Føroyum.

Ein sera stórur partur av lóggávuni á fíggjarøkinum stavar eftirhondini frá ES-lóggávu, sum umvegis Danmark, verður sett í gildi í Føroyum. Sjálvt um Føroyar yvirtóku málsøkið, so høvdu vit í stóran mun verið noydd at fylgt júst somu reglum, sum ES, og harvið eisini Danmark, setur í gildi. Tí er ikki vist, at vinningurin verður so stórur við at yvirtaka málsøkið.

Tað er ikki vist, at størri almenn ávirkan í sjálvum sær er gagnlig fyri samspælið millum bankageiran og samfelagsbúskapin annars. Føroysku bankarnir eru ein týðandi liður í føroyska samfelagsbúskapinum.

Øll hava vit tørv á bankatænastum, og hava bankarnir tí eina serliga samfelagsskyldu mótvegis bæði fólki og fyritøkum í Føroyum. Samstundis eru bankarnir skipaðir sum privatar fyritøkur, sum virka við vinningi fyri eyga. Tað er møguliga ikki altíð so lætt at samantvinna hesi bæði viðurskiftini. Tí er skilagott, at politiska skipanin av og á minnir bankarnar um samfelagsskylduna.

Í Tinganesi, 3. mars 2023
Aksel V. Johannesen
løgmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo