Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 22/2022 eftir tingskipanini § 52a til Bárð á Steig Nielsen, løgmann, frá Hervør Pálsdóttir, løgtingsmanni, um navnalógina og tulkingarrætt

Fyrispurningurin var soljóðandi: 
1. Hvør landsstýrismaður hevur rætt at tulka navnalógina?

2. Heldur løgmaður, at tað gongur ímóti vilja Løgtingsins, um landsstýrismaðurin í mentamálum ikki gevur fólkakirkjuni boð um at skráseta børn saman við sammøðrum í kirkjubókina?

3. Ætlar løgmaður at bera so í bandi, at hesin trupulleikin verður loystur?

Svar:
Til spurning 1
Tað er landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, ið “eigur” navnalógina, og harvið eisini tulkingarrættin.

Til spurning 2 og 3
Tað er ikki greitt, hvat ið meinast við “vilja Løgtingsins”.

Um við “vilja Løgtingsins” meinast við navnalógina, so er tað so, at Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur tulkað navnalógina og grundgivið fyri síni tulking yvirfyri Uttanríkis- og mentamálaráðnum.

Eg taki sum givið, at Uttanríkis- og mentamálaráðið fylgir tulkingini hjá tí, ið eigur tulkingarrættin. 

Í Tinganesi, 7. september 2022
Bárður á Steig Nielsen
løgmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo