Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Bárður á Steig Nielsen løgmaður og danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen, skrivaðu fyri løtu síðani undir eina ætlanaryvirlýsing, um at danska stjórnin nú fer undir arbeiðið at byggja eitt nýtt fongsul í Føroyum.

- Hetta er ein fantastiskur dagur fyri Føroyar. Vit hava strongt á fyri at fá eitt nýtt og tíðarhóskandi fongsul í Føroyum. Eg fegnist um, at tað í góðum samstarvið við donsku stjórnina, nú ber á mál. Hetta er ein týdningarmikil varði fyri føroysku rættartrygdina, tí tað er ein mannarættur at kunna sita dóm í sínum egna heimlandi. Eg gleðist um, at umstøðurnar nú vera virðiligar og tíðarhóskandi, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

##med2##

Fyrireikingarnar til arbeiðið fara í gongd beinanvegin, og væntandi verður fongslið klárt at taka í nýtslu í 2030.

Kriminalforsorgin, sum varar av fongsulsviðurskiftunum í Føroyum, er felags málsøki. Fongsulsviðurskiftini hava leingi verið ótíðarhóskandi. Í 2021 bleiv ein danskt/føroyskur arbeiðsbólkur settur at greina viðurskiftini, og niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum var, at besta loysnin var at byggja nýtt fongsul.

Frágreiðingin frá 2021 kann lesast her.

Yvirlýsingin kann lesast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo