Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyrr var tað soleiðis, at um man vildi fáast við løgnar vinklar, so var tað geometri, man skuldi takast við. Tað er ikki so longur.

Ein tann løgnasti vinkulin eg havi sæð, var í Degi og Viku mánakvøldið 8. mai.

Har var tað lagt út sum, at stóra vinningsbýtið í BankNordik var orsøkin til at nógvir pensionistar mistu oljustuðulin.

Hvør skal siga, hvat billar BankNordik sær inn, at geva stórt vinningsbýti til pensionistar.

Skandalan er ikki nakað vinningsbýti. Skandalan í søguni er, at har hava sitið nøkur ljós høvd í okkara umsiting og funnið uppá, at man skal missa 7.000 kr. í oljustuðuli, um man fær 2.000 kr. í kapitalvinningi.

Soleiðis er tað hvørja ferð okkurt alment útgjald skal snikkast til. Umsitingin gongur í so smáum skóm, at fyri at forða fyri, at onkur fær, sum kanska ikki burdi fingið, so endar man við at gera eina skipan sum ger, at nógv ikki fáa, sum burdu fingið.

Dýnulyftarahugburðurin, har man stipulerar, hvat fólk skulu kunna hava á bók og hvat tey kunnu hava i kapitalinntøkum, kostar okkum garanterað nógv meira í umsiting, enn um man bara betalti oljustuðul út eftir a-inntøku seinastu 12 mánaðarnar.

Gaman í hevði onkur tá fingið, sum kanska ikki hevði tørv á tí, men so høvdu vit í hvussu er tryggjað sum best, at eingin, sum burdi fingið, situr eftir.

Aftur til kringvarpið, so hevði tað verið klæðiligt, um tey høvdu fingið onkran vinnujournalist á redaktiónina, sum skilti betur kapitalavkast. So sluppu vit kanska undan, at kringvarpsfólkini á skíggjanum altíð síggja út, sum tey kenna ringan lukt, tá tey úttala orðið vinningsbýti.

Ben Arabo
Oyrareingir

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo