Ein dag skalt tú doyggja. Men allar hinar skalt tú liva
- orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ein dag skalt tú doyggja. Men allar hinar skalt tú liva
- orðatak
Vinna

Tað fekk ein bráðan enda hjá tveimum ferðaleiðarum í gjár, tá teir vórðu handtiknir av løgregluni og varðhaldsfongslaðir til teir klokkan 13 í dag skulu fyri rættin í grundlógaravhoyring.

Talan er um tveir útlendingar, og teir kunnu ikki arbeiða í Føroyum, hvørki lønt ella ólønt, uttan arbeiðsloyvi.

Politiið fekk boð úr Kallsoynni, har fólkini vóru við sínum kundum, og tá tey komu aftur til Klaksvíkar stóð løgreglan fyri teimum.

VP frættir frá føroyskum ferðaleiðarum, at hetta við útlendskum ferðaleiðarum uttan arbeiðsloyvi er ein gamal trupulleiki, sum teir hava roynt at gjørt vart við í nógv ár. Men higartil hevur tað verið sum at sletta vatn á gás, verður sagt. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #