Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Føroya Politi almannakunnger í dag hagtøl fyri virksemið hjá Føroya Politi í 2022.

Føroya Politi røkir umframt vanligu politiuppgávurnar eisini eina røð av týdningarmiklum tænastuuppgávum. Hesar tænastur verða veittar á politistøðunum kring landið.

Føroya Politi hevur í 2022 útflýggjað næstan 10.000 pass. Hetta er meira enn 50 % fleiri enn í 2021 og verður samanborið við koronaárið 2020, er talan um eina hækking á næstan 200 %. Harumframt hevur Føroya Politi avgreitt 3.284 útlendingamál. Ein vøkstur uppá næstan 50 % samanborið við 2021.

Sum heild vóru fleiri revsimál tikin upp av politinum í 2022 samanborið við 2021. Samstundis vóru eisini fleiri mál avgreidd.

Fyri at fáa meira kunnleika til økið – m.a. í einum fyribyrgingarhøpi – hevur Føroya Politi hugt nærri at teimum harðskapsmálum (t.e. brot á § 244 og § 245 í revsilógini), sum eru skrásett í 2022. Tølini vísa ein vøkstur samanborið við undanfarin ár.

Um harðskapsmálini er yvirskipað at siga, at harðskapurin aloftast verður framdur av ungum fólkum í náttarlívinum.

Flestu harðskapsmálini frá 2022 eru ikki endaliga avgreidd í revsirættarskipanini, og tí ber ikki til at siga, hvussu stórur partur av 106 skrásettu málunum um brot á §§ 244 og 245 enda við dómi fyri brot á revsilógina.

Tak niður sum PDF 

Restin av hagtølunum fyri 2022 liggja her

Journal- og døgnrapportskipanin (Niflheimr) stuðlar ikki undir hagtalsframleiðslu, og tí skulu tølini takast við fyrivarni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo