Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit fingu eitt formannsumfar har Sjálvstýrisflokkurin hevði lisið leksiurnar - og tað skuldi til!

Tí um til ber at koma afturíaftur í brattanum, so er væl gingið, tí einir 2-3 farnir løgmenn royndu hetta - uttan eydnu.

Flokkurin er (eins og annar) misbrúktur sum hoppiborg inn í aðrar flokkar. Ikki so álitisvekjandi fyri hesar lættfloygdu kvørkveggjurnar.

Andstøða
Tjóðveldi, Framsókn og Javnaðurin komu við ábreiðslum, sum væntað. Men man ikki onkur hava erkent hvussu tungt stevið er - av at halda seg “hava rætt” og tað “at fáa rætt” – ið er hvørt sítt?

Hvør politikkurin hjá Framsókn er, fór mær framvið. Sambandi vísti til úrslit samgongunnar og Miðflokkurin við.

Mest spennandi var hvussu Beinir– so nógv yngstur og enn ikki formaður - fór at roynast.

Hann var róligur og sakligur: Vit hava brúk fyri einum borgarligum flokki, sum gevur teim einstøku og vinnuni umstøður til at virka undir. So einfalt.

Ein áskoðan, ið er vanlig í vesturheiminum og hildin røtt og rímilig mótvegis øðrum flokkum, sum betur dámar at býta fongin frá øðrum út til “vælferð”.

Um nakað avlop er á fíggjarlógini kundi tað brúkst til minking av blokkinum, so vit í eygnahædd kundu tikið uppdragið við danir - um hvat síðani skal henda.

Útgangsstøði flokkanna er ikki eins
Fyri teir seks flokkarnar er støðan IKKI góð í teirra atkvøðu-dyrging – uttan nakað fast málgagn - og sum tí mugu royna seg á facebook, Vp og á tingsins røðarapalli.

Hin eini, Javnaðarflokkurin, kann ránsveiða við troli – har ið hinir mugu fíla við pilki - og við plakatum.

Flokkurin markerar seg við góðari avís og ágrýtnum blaðstjóra, sum tíðum verður nýttur til viðmerkjara í Kvf.

Í Kvf eigur flokkurin politiskan samhuga. Meiri enn so. Har ikki sørt er av stikni til aðrar flokkar. Tíverri.

Men ber hetta til, at ein frá ávísum flokki kann knokkroyta sínar politisku andstøðumenn í almenna Kvf? Krevst ikki ein seriøsur distansi, táið fólksins og landsins mál skulu lýsast?

Formaður floksins (pent andlit) stendur smílandi (eldist ikki) dag og nátt, ár um ár, á stórari plakat á skjøldrinum hjá “Marjun Heimá”. Eindømi í Føroyum?

Serskemtarin, Vilhelm Johannesen, flenti hinvegin hjartaliga, (Vilhelm’sa skemt sakni eg nógv) táið onkur helt fyri við hann: “Sonurin má hava eina vakra MAMMU (!)”.

Støðugar veljarakanningar (ikki altíð so eftirfarandi) geva flokkinum góð úrslit – so at lætt er fyri fittlig, almennt fastlønt, fólk - bara at fylgja við streyminum. Ein reklamukend sannroynd.

Men hvar eru hugsjónarmenninir?
Petur Mohr Dam var ein. Atli Dam, nývaldur landsstýrismaður, segði: “Tað er einki pláss fyri nøkrum flokki til vinstru fyri Javnaðarflokkin!”; men sum løgmaður royndist Atli sera vinnulívs áhugaður og virkin.

Hetta havi eg frá tveimum kendum reiðarum!

Ella Erlendur Patursson, okkara fyrsti cand. polit., ið væl kundi valt eitt feitt danskt starv og haðanífrá spælt supernationalur í frítíðini, eins og onnur.

Men nei! Erlendur valdi heldur eina sperda, hugsjónarliga, birkibeinara -leið – sum óløntur blaðstjóri á 14. September – eins og Óli Breckmann á Dagblaðnum - í ár so mong!

Og Hákun Djurhuus, sum gekk beint ímóti 95 % av sínum veljarum (relativt), men sum tó kláraði tað sveinastykkið - at verða afturvaldur - ár um ár. Og var formaður Fólkafloksins í 40 ár. Ótrúliga væl klárað!

Loksins
Ein meginskemtari í Klaksvík spurdi einaferð ein fyrrverandi, lágvaksnan, borgarstjóra (sum eisini var stórskemtari) um hesin ikki hevði eitt sera gott høvd?

Og svarið var: “Ja...jú, tað beri eg vist orð fyri”. Og hin fyrri kom aftur við hesum: “Ja, tað hopi eg, tí KROPP hevur tú ongan(!)”

Um veljarin hevur fattan kropp - ella rygg - nú valdagin, fáa vit at vita tann 8. desember. Gott val!

Arnstein Niclasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo