Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Hevur tú fingið dóm ert tú óverdigur at sita í tinginum, tað sigur fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, eftir at fyrrverandi danski ráðharrin í integratiónsmálum, Inger Støjberg fyrr í dag fekk 60 daga treytaleysa fongsulsrevsing í einum ríkisrættarmáli.

Lars Løkke Rasmussen var sjálvur forsætiráðharri í stjórnini har Inger Støjberg var ráðharri. Men hann var ikki fyri at seta ein ríkisrætt at endavenda málinum, hann vildi, at tað skuldi loysast politiskt.

Inger Støjberg er í dag leysgangari í Fólkatinginum, eftir at hon fór úr Vinstra, sum atkvøddi fyri ríkisrættarmálinum. Tosað hevur verið um, at hon møguliga skuldi fara uppí Dansk Folkeparti ella Nye Borgerlige, kanska sum formaður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo