Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað er nokk eingin ivi um, at lønarlagið innan vælferðarøkið skal hækka. Tí skjóta vit í Tjóðveldinum upp, at sett verður ein serlig pulja til at lyfta lægstu lønirnar.

Vit hava saman við serfrøðingi roknað, at hvørt procent lønirnar lyftast, kostar 5,1 mió. kr. netto. Og fyri at fáa lønina á eitt liviligt støði, skulu 50,34 mió. kr. netto setast av.

“Gera vit tað ikki eggjandi at arbeiða innan hetta økið, er vandi fyri at allur okkara arbeiðsmarknaður skramblar saman, tí hesi fólkini tryggja tað, at ellisheimini eru opin, at barnagarðar hava opið, at serstovnar hava opið, at sjúkrahúsið er opið, o.s.fr. Tað eigur tí at verða í áhuganum hjá okkum øllum, at hesi fólkini ikki streingjast, tí tey ikki fáa endarnar at røkka saman,” sigur tingbólkur Tjóðveldis.

Tað skal vera upp til fakfeløgini í samráðingum at gera av, hvussu puljan skal býtast og nýtast.

Vit fingu eisini gjørt eina greining av lønarlagnum á økinum, sum kann lesast her: https://www.logting.fo/documents/48941

Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo