Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Samgongan fer onki at gera fyri at hjálpa fólki, ið koma illa fyri nú prísirnir á mati, brennievni og øðrum hækkar. Tað má vera niðurstøðan eftir at løgmaður var í útvarpinum í gjárkvøldið.

Kanska fer samgongan at gera okkurt eftir ólavssøku, kom fram.

Politiska skipanin var skjót, tá vinnan skuldi hava hjálparpakka í 2020.  Tá var tingið saman til seint í juni. Og tann støðan var álvarslig og tað var neyðugt.

Men hjá teimum, sum ikki fáa pengarnar at røkka nú er støðan eisini álvarslig. Tí eigur politiska skipanin at gera okkurt sum skjótast.

Løtur líða, men fólk skulu bíða er niðurlagið hjá samgonguni.

Beinta Løwe

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo