Viðhvørt er tøgn besta svarið
- Dalai Lama

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Beinta Løwe Jacobsen, løgtingsmaður
Svarari: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum
Evni: Gjaldsportur

Spurningar:
1. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er í lagi, at gjaldsportur eru ella verða sett upp í føroysku náttúruni?

2. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera við gjaldsportrið, sum er sett upp í Saksun?

Viðmerkingar:
Undanfarni landsstýrismaðurin segði í svari 1. juni í fjør í grein 52a fyrispurningi nr. 149/2020, «at gjaldportrið, sum síðan á sumri 2019 hevur forðað fyri atgongd at strondini í Saksun, ikki er í samsvari við vanliga fatan av rættinum til atgongd at strondini.  Tað ber eisini til at siga, at gjaldportrið neyvan er lógligt, tí tað forðar fyri atgongd at øki, har ein og hvør hevur rætt til at ferðast.”

Hóast hetta svar er gjaldsportrið framvegis ikki tikið niður, tí er áhugavert at vita, hvat landsstýrismaðurin ætlar at gera við hetta.

Á Løgtingi, 29. apríl 2022
Beinta Løwe Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo