Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Søgan um Føroya støðu millum stórveld uttanum okkum er elligomul.

Magnus Heinason fekk í síni tíð pening frá danakongi at verja Føroyar móti sjórænarum. Tað gekk so dánt. Havnar Skansi er ein friðarligur minnisvarði.

Magnus mundi brúka peningin til okkurt annað eisini, og varð hálshøgdur.

Tað bragdaði onkuntíð í donsku verjuni, eitt nú tá Admiral Daae kom inn á Vestmanna óvæntað við 2 herskipum við Danabrók í ‘højen Mast’, og hongdi yvirmenninar á sjórænaraskipum á víkini í gálga, reistur beint undir handlinum hjá Niels Winther Olsen niðri á Biskupsmørk.

Til valið í 1906 var eitt høvuðsevni sonevnda ‘Tilboðið’, ið Jóannes Bóndi hevði fingið frá P. A. Alberti, løgmálaráðharra. Eftir tí skuldi Løgtingið sleppa at umsita part av føroyskum málsøkjum og at taka inn nakrar túsund kr. í avgjøldum árliga. 

Men tá ávaraði Oliver Effersøe, ein sambandsleiðari, at um Løgtingið samtykti danska Tilboðið, ‘Da måtte konsekvensen blive, at Færøerne skulle etablere sin egen hær, krigsflåde og få egen admiral.’ Løgtingið vrakaði “Tilboðið”.

Frá aldarmótinum og til annan heimsbardaga vóru føroyingar minni illir inn á týskarar enn bretskar trolarar við Føroya strendur.

Men 9. apríl 1940, longu sama dag, sum týskarar hertóku Danmark og lupu á Noreg, lýsti eitt samt Løgting, ið av tilvild var saman til at loysa eina sáttmálatrætu millum fiskimenn og reiðarar, at Føroyar “vóru óheftar av teimum stríðandi stórveldunum”, tá Bretlandi og Týsklandi.

Men yvirlýsingin fekk onga ávirkan. Kanska líka gott, tí føroyingar munnu helst hava kent seg tryggari stórpolitiskt við bretskari herseting, og seinni undir verju teirra sameindu.

Gud havi lov fyri, at Føroyar yvirlivdu kríggið undir verju av eini verjusamgongu, ið tryggjaði okkum kristnu lívsvirðini, fólkaræði og frían marknaðarbúskap, alt samalt grundarlagið undir framkomnum búskapi og vælferðarsamfelag.

Eftir annan heimsbardaga - sum Churchill persónliga hevði lovað í 1940 - gav bretska flotamálaráðið Føroyar aftur undir danskt yvirvald.

Sameindu Tjóðir vórðu stovnaðar í 1945, hvørs uppgáva var at forða krígsgalnum londum at gera um seg aftur sum undir krígnum. 

Danir løgdu eina lítla umsiting av sjóverju her, Færøernes Marinedistrikt við nøkrum fáum ‘marinarum’, sum hesir blivu kallaðir.

Annars var politiskur friður um stórveldi og verjupolitikk, til 1949. Tá hevði Sovjet lagt alla eystaru helvtina av Evropa undir sín jarnhæl, búskaparliga, handilsliga, politiskt og hernaðarliga.

Í 1949 kendu vesturlendingar seg so kroystar av Sovjet og Kina, at 12 demokratisk vestanlond, teirra millum Danmark, undir leiðslu av USA, stovnaðu verjufelagskapin NATO (North Atlantic Treaty Organisation). 

Grein 5 í sáttmálanum sigur, at fíggindaálop á eitt limaland merkir álop á øll.

Málið hjá USA og NATO varð at byrgja Sovjet og Kina inni við sonevnda ‘containment’. Alt endaði við stóra Kalda Krígnum millum NATO, Vestan- og WAPA, Eystanveldini. 

Føroyar fingu Heimastýrislógina í 1948, árið fyri at NATO varð stovnað. Hon gav ikki Løgtingi og Landstýri heimild at umsita uttanríkis- og verjumálum. 

Danska stjórnin hevði tá sum nú ábyrgd av hesum málsøkjum, og gav tí ikki Landstýrinum nøkur boð um danskan og føroyskan NATO-limaskap.

Henda óbeinleiðis føroyska innlimanin í NATO gav nýstovnaða Tjóðveldisflokkinum fyrsta atkvøðuhálið til løgtingsvalið í 1950 við 2 tingmonnum, D. P. Danielsen, sakførara, og Hans Vang (seinni Hanusi við Høgadalsá), sum eins og Erlendur Patursson, floksformanni og løgtingsmanni frá 1954 – 1966 og síðan 1970-1986, vóru vinstrahallir loysingarmenn.

Sovjet, sum hevði njósnað seg til Kjarnorkuvápn í USA og seinni latið Kina hesa vitan, skipaði líknandi felagskap WAPO, (Warshava Paktina).

Málið var at leggja heimin undir seg.

USA fylgdi politisku gongdini í Føroyum í 1950-árunum og líkaði ikki tað, ið teir hildu seg síggja. Stór vinnukreppa eftir 1951, forfylging av Føroya fremstu vinnulívsmonnum og politikarum, læknastríð, arbeiðsloysi, fráflyting og sosial misnøgd.

Amerikanski sendiharrin gekk á donsku stjórnina og kravdi, at Danmark fekk frið í Føroyum við heldur at byggja landið út enn at klandrast við føroyingar. 

Tjóðveldið fekk fyrimunin av politisku misnøgdini og vaks í undirtøku.

Hetta hóvaði ikki borgarligum fólki, hvørki í Føroyum ella aðrastaðni.

USA kravdi, at antin tóku danir sær betri partar fyri við íløgum, ella gjørdi USA tað fyri teir í Føroyum.

Longu fyrst í 1950-unum fingu Føroyar burtur av amerikansku Marshall-hjálpini til SEV, nýtt Tjaldur, styrkt bankakervi, Realin o. a. vinnuligar íløgur.

Fígging til nýggj skip, 50% Realurin, 20% stuðulslán Landskassin,10% Fiskaríbankin, 10% Skibskredittgrunnurin og 10% eginpeningur, vóru ryggurin í endurreisingini av fiskiflotanum.

Meðan Føroyar líðandi, skip fyri skip, menna seg úr tí ringastu kreppuni, harðnar Kalda Kríggið. 

NATO-londini gera av byggja eina røð av radarstøðum úr Alaska í vestri tvørtur um Kanada, Grønland, niður til Íslands, Føroya, Hetlands, Skotlands og heilt niður til Turkalands. 

Endamálið var at ‘tippa’ allar loftgeirarnar móti Norðuri, t.e. móti Sovjet, heilt niður í Vesturevropa. Tí varð henda risa ‘Early Warning’ ketan av radarum bygd.

Í 1959 fór Petur Mohr Dam, løgmaður eftir løgtingsvalið í 1958, til Danmarkar at fundast við donsku stjórnina um ætlanina, teir høvdu avtalað, at Føroyar skuldu fáa lut av danska reforminum við fólkapensjón o.ø. øðrum sosiallógum.

Afturfyri skuldu Føroyar leggja lendi til eina radarstøð á Sornfelli.

Petur Mohr Dam kom aftur við Tjaldrinum 2. páskadag í 1959, tá ein mannamúgva stóð fyri skipinum. Sama mannamúgva hevði hildið fólkafund á Vaglinum sama dag. Frá Vaglinum gekk fjøldin kravgongu oman á Eystaru kei við herrópum ímóti nýggju radarstøðini.

Tjóðveldi skipaði fyri kravgonguni. Hon varð byrjanin til kríggj ímillum NATO-mótstøðufólk og tann partin av Løgtinginum, sum hevði samtykt, at eingin radarstøð skuldi verða bygd og harvið gera Føroyar til bumbumál øðrumegin og greiða meirilutan av fólkinum, sum vildi varðveita Føroyar sum ein part av Vesturheiminum hinumegin.

Fittur partur av Løgtinginum pjøssaði eina samtykt saman, sum ikki var so knortlugt orðað, at hon fekk tann virknað, sum Tjóðveldi og onnur tingfólk høvdu ætlað.

Fólka-, Javnaðar-, Sambands- og Sjálvstýrisflokkurin vildu heldur vera undir NATO veingjabreiði enn úti á berajólum, helst tí skipaleiðirnar millum Grønland, Ísland, Føroyar og Hetland uddu við herskipum og kavbátum og flogførum í luftini.

Danska stjórnin sendi tann framúr dugnaliga og ágrýtna Mogens Wahl til Føroya sum Ríkisumboðsmann í 1961. 

Tað var, sum hevði Wahl fingið boð og heimildir frá stjórnini við rundari hond at brúka so nógvan pening í Føroyum sum gjørligt.

Hetta við alskyns donskum íløgum í stovnar sum ellisheim, Christianskirkjuna í Klaksvík (helst sum plástur á sárið eftir læknastríðið). 

Skúlar og stovnar vórðu bygdir í hópatali. Vegur kom til Vestmanna, bygdur av løgtingi saman við danska statinum. 

Petur Mohr Dam reypaði óført um danska sosiallóggávu og ‘60-miljónagrunn’. Hetta vóru stórir pengar tá. 

Wahl bleiv sum vera mann ein sera avhildin maður. Hann kvað og dansaði, ja hann skipaði enntá fyri í føroyskum dansi til vaksandi tal av almennum veitslum.

Radarstøðin gjørdist ikki minni stríðsmál, tá hundraðtals danskir hermenn frá flogvápninum komu og fóru. Tað gav føroyingum eisini kapping um genturnar. 

Færøernes Marinedistrikt bleiv umskipað til Færøernes Kommando, og nýggj sjóverjuskip fóru at sigla kring oyggjarnar.

Stórt tal av donskum hermonnum og amerikanskum serfrøðingum á sonevndu ‘Scatterstøðini’ við 4 risa radarskermum úr jarni eystan fyri radararnar. Alt samalt fyri at halda eitt vakið eyga við loftøkinum. 

Herstøðin í Mjørkadali upptók nógv millum manna og ikki minni tingfólk á løgtingi.

Fleiri ferðir vórðu spurningar og uppskot løgd fyri tingið. Men sum frá leið fóru borgarlig og hóvlig fólk at taka undir við, at Føroyar gjørdu sína skyldu í kapppdubbingini millum Eystur, sum í teirra eigum var ‘fíggindin’ og Vestur, sum vóru “okkara vinir”.

Tá Vietnam-kríggið endaði, fór USA at samráðast við Sovjet um avspenning, linna og avdubbing, um SALT-avtalur, tí ovmikið var til av langt berandi rakettum báðumegin Jarntjaldið. Europa var framvegis býtt millum Eystur og Vestur. 

Samráðingarnar førdu ikki á mál og Sovjet fór aftur undir eina vápnadubbing í Eysturevropa við nýggjum SS-20 rakettum við 10 atomløðingum á hvørjari. 

Týski Kanslarin, Helmuth Schmidt, heitti á amerikanarar um at seta tilsvarandi rakettir, Cruise og MX1, upp í Vesturtýsklandi, um Sovjet ikki innan 5 ár tók sínar SS-20 rakettir niður í Eysturtýsklandi.

Ronald Reagan varð valdur forseti í USA í 1980. Hann legði ikki fingrarrnar ímillum. Kallaði Sovjet fyri ‘Ónda Imperiið.’ 

Reagan var djarvur maður. Hann bjóðaði russiska leiðarunum Breshnjev og Andropov, at fáa lut í eini rúmdarverju við rakettum, sum USA hevði funnið fram til. Skipanin skuldi virka sum eitt ‘regnskjól’ og gjørdi vápnakapping við rakettum høpisleysa og óneyðuga.

Russar bóðu NATO og USA hoppa og renna. Teir lupu á ikki minni enn 9 ymisk long kring heimin, teirra millum Afghanistan, Angola, Mozambique, Ethiopia og Nicaragua.

Reagan yvirtalaði Kongressina at lækka amerikanska skattatrýstið í stórum. Hetta førdi til risa vøkstur í búskapinum. Amerikanarar fóru eisini undir stórar íløgur í hermegina, serliga herflotan og flogvápnið.

Vit minnast hesa tíðina tá Sovjet-vinarligir felagsskapir mótmæltu vápnadubbingini, men Reagan og Thatcher vóru ikki til at vika.

Í Føroyum fingu vit Fólkarørslur ímóti EEC (ES í dag) og fólkarørslur ímóti NATO. Alt við stuðuli frá føroyska vinstravonginum.

Danska stjórnin gjørdi sum hini NATO-londini. Fór undir at nýtíðargera danska partin av verjuni. Eg dagin ljóðaði, at NATO-støðin á Sornfelli skuldi fáa nýggja útgerð fyri 300 mió kr til betri vaktarhald á sjónum og í luftini.

Hetta førdi við sær uppaftur fleiri krav- og mótmælisgongur í Føroyum. Mótmælisfólkini ristu og skulvu av ótta fyri heimsins undirgangi, tí NATO “brynjaði seg til kríggj”.

Stóri meirilutin av føroyingum sóðu tó NATO sum ein neyðugan verjufelagskap, sum vardi Vesturlendska siðmenning, kristin lívsvirði og demokrati. 

Í 1985 hendi stóra umskifti í Kreml. Politbyroið valdi ein nýggjan, ungan aðalskrivara, Michael Gorbatjov, at standa fyri sovjetiska statsvaldinum.

Hann hevði leingi vitað, at sosialistiski planbúskapurin í Sovjet maktaði ikki at halda matvøru- og allar aðrar handlar í Sovjet við neyðsynjarvørum. 

Gorbatjov legði kongin eftir nøkur samráðingarumfør við Reagan og síðan George Herbert Walker Bush, forseta.

Í 1991 fall Sovjet. 

USA var nú einsamalt stórveldi, og stóri spenningurin millum Eystur og Vestur dovnaði. 

NATO-støðin í Føroyum varð niðurløgd nøkur ár seinni.

Sovjet bleiv til Russland og 13 onnur sjálvstøðug lond. 

Putin gjørdist við tíðini permanenti einaræðisráðharrin. Politisk mótstøða verður ikki told í Russlandi.

Helst fyri at flyta fokus hevur Russland tikið uppaftur gamlar óvanar.

Fyri nøkrum árum síðani leyp Russland á Ukraina, og spenningurin í okkara parti av heiminum øktist aftur.

Í dag er blivið so gali, at sviar hava sett herfólk á land á Gottlandi.

Finnar eru farnir at styrkja verjuna við russiksa markið. Danmark hevur sent herskip í Eystrasalt. 

Heimurin bíðar nú í spenningi, um Russland fer at leypa á Ukraina.

Í Føroyum er kjakið um ein nýggjan loftradara á Sornfelli kyknað uppaftur. 

Júst effinett sum undir Kalda Krígnum er Føroya Løgting av nýggjum farið undir at berjast um lívsvirði føroyinga. Antin vit skula liva sum fræls fólk i fríum landi ella um vit skula stuðla autoriterum londum.

Føroyar hava notið gott av at verið partur av Vesturheiminum og partur av eini verjusamgongu, sum hevur tryggjað friðin í Vestur Europa síðani seinna heimsbardaga.

Tað er heldur eingin ivi um, at føroyingar í dag framhaldandi vilja verða partur av fría Vesturheiminum. 

Tí verður mín áheitan á Landsstýrið og Uttanlandsnevndina: Fái hetta mál avgreitt skjótast gjørligt. 

Tað er eingin sum helst grund til at draga hetta mál út. Tað eru bara Tjóðveldi og Framsókn sum fáa fyrimun av hesum “stríðið”. 

Stríðið hevur einki við fullveldið ella handilssáttmálar at gera.

Eg haldi ikki, at vit aftur hesaferð skulu hava ein nýggjan Mogens Wahl til Føroyar við donskum álmussum til Føroyingar. 

Eg haldi, at hesaferð skula vit standa á egnum beinum og klára okkum sjálvi.

Vit skulu hava ein radara, tí hann er til okkara fyrimun. Longri er tann søgan ikki.

Sjálvandi havi eg einki ímóti, at spurningurin verður lagdur fyri Løgtingið, sum kann taka principiella støðu. 

Spurningurin, sum Løgtingið kundi tikið støðu til, kundi til dømis verið hesin: 

Vilja Føroyar framhaldandi verða partur av Vesturheiminum við teimum skyldum, sum fylgja við? 

Tað er fyri mær eingin ivi um hvat Løgtingið fer at svara til hetta.

Christian Andreasen, 
løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo