Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgtingið hevur í dag einmælt samtykt lógina um framtíðarfulltrú, ið er ein nýggj føroysk lóg, ið styrkir um sjálvsavgerðarrættin hjá hinum einstaka.

Ein framtíðarfulltrú verður stovnað, meðan ein enn er frískur og førur, men ikki sett í gildi, fyrr enn umstøðurnar eru soleiðis, at ein hevur tørv á hjálp til fíggjarligu- og persónligu viðurskiftini.

Landsstýriskvinnan í almannamálum fegnast um, at eitt samt løgting tók undir við málinum.

- Nú verður tað møguligt hjá okkum øllum at stovna eina framtíðarfulltrú, meðan vit enn eru frísk og birg, og gera sjálvi av, hvør skal taka sær av okkara  fíggjarligu og persónligu viðurskiftum, um sjúka skuldi rakt, og vit gerast ófullfør, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna.

Talan er um eina sjálvbodna skipan og eitt tilboð til borgaran, sum sjálvur ger av, um viðkomandi ynskir at nýta skipanina.

Líknandi skipan hevur verið galdandi í øðrum londum í fleiri ár, eitt nú í Danmark, við góðum royndum, og hevur MEGD heitt á landsstýriskvinnuna um at gera eina slíka lóg fyri Føroyar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo