Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Filmsfelagið: Hanus Kamban, sum minnist sýningina, tá "The Graduate" var spildurnýggjur, fer mikudagin 27/10 at innleiða henda klassikara í Filmsfelagnum.

Undir heitinum ”Fagre voksne verden” vísa vit amerikanska Oscarvinnaran frá 1967 ”The Graduate”, har Dustin Hoffmann spælir ungi studenturin, Braddock, sum Mrs. Robinson brúkar til casual sex, eins og Trine Dyrholm førdi víðari í danska filminum ”Dronningen” (2019).

Leikstjóri er Mike Nichols, sum byggir á skaldsøgu hjá Charles Webb.

Vit hoyra um Ben Braddock (Dustin Hoffman), sum er nýklaktur studentur og ikki dugir at fóta sær í lívinum. Foreldrini skipa fyri studentaveitslu, har hin tilkomna Mrs. Robinson (Anne Bancroft), ið er gift starvsfelagnum hjá pápanum, forførir Ben og lærir hann alt um sex og hvat ein búgvin kvinna vil hava frá einum ungum manni.

Men tá ungi elskarin Ben fær heitar kenslur fyri dóttrini, Elaine (Kathrine Ross), verður tað ovboðið og tilveran fer í grús.

Við titulsanginum ”Mrs. Robinson” blivu Simon & Garfunkel kendir av álvara, og filmurin gjørdi Dustin Hoffmann til fremstu stjørnu í leiklutinum sum ungi maðurin við ultimativa studentadreyminum at verða lokkaður - forførdur - av eini búnari kvinnu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo