Lonely Planet, sum leingi hevur útgivið ferðahandbøkur, gjørt film og á annan hátt leiðbeint tey ið dáma væl at ferðast, heldur, at Føroyar eru ein av stóru 'trendunum' komandi árini.
Ferðing broytist alla tíðina, nýggj rák og nýggir trendir gera seg galdandi, og í dag fylla eitt nú burðardygd og fjølbroytni nógv meira enn áður. Tí fara tey meira siðbundnu ferðamálini sannlíkt at lúta, heldur Lonely Planet, sum plagar at kunngera ein sonevndan 'Best in Travel' lista - og í 2021 eru Føroyar á listanum sum einasta norðurland.
Føroyar verða nevndar undir 'community'.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo