

Alifyritøkan Luna er júst liðug at gera streym og aldumátingar á Víkum, sum er norðantil á Vágoynni.
Atli Gregersen, stjóri í Luna, sigur við VP, at streymmátingarnar vístu gott úrslit, men at aldan helst verður ein avbjóðing, um avgerð verður tikin um at leggja út aliútgerð á Víkum.
Hann sigur, at enn er ikki endalig støða tikin til, um Luna fer at ala á Víkum.
- Loyvi at ala á Víkum hongur uppi í aliloyvinum á Sørvági, so Luna hevur í prinsippinum loyvi at ala á Víkum, sigur Atli Gregersen.
- Endalig góðkenning skal tó fáast frá Umhvørvisstovuni og Landsverki, áðrenn nøkur aliútgerð verður løgd út har, sigur hann.
Luna fer eisini at gera umhvørviskanningar av lívinum á botni, áðrenn endalig loyvi kunnu fáast.
Eisini er botnurin kortlagdur, nú Luna hevur gjørt kanningar av møguleikunum fyri at ala á Víkum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo