Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskaaling: Altjóða netráðstevnan um laksalús, sum Fiskaaling skipaði fyri í døgunum 7-9 septembur 2021, varð vithað av tilsamans 1.200 serstøkum innritanum. 

Framløgurnar á ráðstevnuni góvu hyggjarunum hópin av upplýsingum og vitan um lús og aling. Hetta er fyrstu ferð síðani 2018, at lúsagranskarar hava luttikið í einari felags ráðstevnu av hesum slagi. Ráðstevnan gav eisini møguleika hjá hyggjarum at senda inn spurningar og viðmerkingar, sum framløguhaldararnir so svaraðu og kjakaðust um í beinleiðis stroyming.

Nú er øll ráðstevnan løgd út á YouTube, soleiðis at altíð ber til at síggja tað, sum kom fram: 

Sea Lice Online 2021 1/3 - YouTube

Sea Lice Online 2021 2/3 - YouTube

Sea Lice Online 2021 3/3 - YouTube

Ráðstevnuupptøkan er býtt í tríggjar partar, ein fyri hvønn dagin. Eisini ber til at fara beinleiðis til ta framløguna, sum ein ynskir at finna, við at trýsta á tíðirnar í skránni.

Í filminum er øll ráðstevnan í síni heild, herundir innleiðing, framløgur og kjak.

Stóra lúsaráðstevnan Sea Lice 13th International Conference verður í Norðurlandahúsinum 9-13 mai 2022. Tað ber til longu nú at tekna seg og at senda inn abstracts. Lesið meira um hetta á heimasíðuni hjá lúsaráðstevnuni.

Øll ráðstevnan fer fram á enskum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo