Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit slagorðum sum ”Øll hava rætt til góðan bústað”, ”Lutaíbúðir er ein góð, ódýr, kollektiv loysn, har lutaeigarnir fáa ein tryggan bústað”, “Eingin heimleysur skal verða í Havn”, “Spekulantarnir skulu ikki eiga bústaðarmarknaðin” hava politikarar funnið røttu orðingarnar.

Øll eru vit samd í, at yvirskriftirnar ljóða skilagóðar.

Men tað, sum vanligi lesarin ikki fær at vita er, at slíkar yvirskriftir eru ikki nøkur loysn.

Heldur ikki kemur allur sannleikin fram – bert hálvir sannleikar.

Tá tosað verður um lutaíbúðir og lutaíbúðarfeløg, so tykist tað sum um, at fólk hava ikki sett seg inn í tingini. Tí fleiri eru tey ið hálova hesum fyribrigdi – sum einasta loysn á bústaðartrupulleikanum.

Ja, enntá er uppskot lagt fyri Løgtingið, sum skal loyva Bústaðir at byggja 400 lutaíbúðir, sum síðani skulu seljast til lutaíbúðarfeløg.

Við hesum kann Bústaðir flyta skuld yvir á lutaíbúðarfeløg.

Bústaðir vil hava eina rullandi skipan, sum í prinsippinum kann flyta alla teirra skuld í óendaligheit – yvir á Palliba.

Orsøkin er, at Bústaðir hevur fyri langari tíð síðani sæð, at endarnir fáast ikki at røkka saman.

Eisini er onkur kommuna longu farin í holt við eina lítla lutaíbúðarloysn – sum hevur stóran fíggjarligan váða fyri Palliba.

Palliba skal fyrst rinda ein “minni part” fyri lutin, tað verið seg við lánitøku ella uppsparing. Restin av søluprísinum skal fíggjast sum lánitøka av lutaíbúðarfelagnum.

Tann skjóti lesarin sær, at alt hetta settuppið er bert ein spurningur um fígging, treytirnar kring fíggingina og raksturin av lutaíbúðarfelagnum.

 Hvat skal til fyri at fáa tað skilagott:

- Er skuldin niðanfyri 50% av virðinum, so er tað at meta sum skilagott at keypa lutaíbúð – men tað vita øll verður ikki so.

- Lutaíbúðarfelagið heftir fyri skuldini. Tað vil siga, um ein lutaíbúðarhavari ikki rindar, ja, so skulu allir hinir lutaíbúðarhavarnir rinda fyri tann sum ikki rindar. Tað merkir hægri leigu til øll hini. Tí eru stórir váðar við smærri lutaíbúðarverkætlanum. T.d. um 1 íbúð út av 6 íbúðum verður tøk, so merkir tað eina húsaleiguhækkan á 16% til øll hini 5. Tí gevur tað sjálvdan meining at gera lutaíbúðarfeløg – uttan so at talan er um minst 100 lutaíbúðir.

- Hækkar rentan á láninum hjá lutaíbúðarfelagnum, so hækkar húsaleigan hjá Palliba. Rentan er søguliga lág nú. Lutaíbúðarfeløg kunnu ikki fáa fast realkreditlán.

- Er umsitingin av at reka lutaíbúðarfelagið lág? Palliba skal eisini rinda fyri tað.

- Fyri at meta um lutaíbúðarfelagið er væl fyri, krevst innlit í ársroknskapin. Hava lutaíbúðarhavarnir tað?

- Fyri at meta um váðarnar er eisini neyðugt at fáa løgfrøðisligt innlit í viðtøkurnar. Fáa lutaíbúðarhavarnir tað?

- Lógarreglurnar um lutaíbúðir í Føroyum eru 8 síður, meðan tær í Danmark eru 200 síður. So lóggávan er sera ófullfíggjað og mangulfull.

So tað eru nógvir fíggjarligir váðar í slíkum.

Hvussu stórur partur av leiguni fer til viðlíkahald og umsiting?

Hvussu stórur partur fer til rindan av láni?

Hvat stendur í viðtøkunum um veðhald fyri skuld hjá lutaíbúðarfelagnum?

Hefta lutaíbúðarhavarnir solidariskt, pro rata ella hvat?

Og ikki minst, hvat kostar luturin?

Alt hetta tykjast politikarar at gloyma – við vilja?

Tú kundi freistast til at sagt, at tey sum koma við hugskotinum um lutaíbúðir eru óvitandi og vita tí ikki ein pinn um, hvat tey tosa um.

Lutaíbúðir eru ikki bíligari enn vanligar leiguíbúðir.

Lutaíbúðir kosta tað sama, tá tú roknar alt eftir.

Lutaíbúðir hava ein nógv størri fíggjarligan váða fyri Palliba, enn hvat sagt verður.

Kritiskur lesari

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo