Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, spyr Helga Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, um Orkumál.

Spurningar:   

- Umhvørvisstovan valdi at lýsa eftir umsøkjarum til vindmylluætlanina á Gellingarkletti, áðrenn almenni stovnurin hevði ráðført seg við SEV. Er hesin framferðarháttur ikki brot á § 5 stk. 2 í elveitingarlógini, ið áleggur sum krav, at landsmyndugleikin skal ráðføra seg við SEV, áðrenn lýst verður eftir umsóknum? Um svarið er játtandi, var lýsingin eftir umsóknum tá ólóglig?

- Bert Spf. Vindrøkt hevði møguleika fyri at sleppa fram at jørðini og serloyvinum, sum Búnaðarstovan frammanundan hevði givið festaranum av landsjørðini á Gellingarkletti. Er hetta ikki brot á § 5 stk. 3 í elveitingarlógini, ið setur sum krav, at onnur skulu fáa møguleika fyri at søkja um sama loyvi. Merkir hetta ikki at tilsøgnin til Spf. Vindrøkt, sum heimilar at sett verður upp ein vindmyllulund á Gellingarkletti, er ólóglig?

- SEV hevur boðað frá, at verður ætlanin á Gellingarkletti til veruleika, sum støðan annars er nú, er kommunali ravmagnsfelagsskapurin trýstur til at gera eina íløgu á umleið 100 milliónir krónur til battarí og synkron-kompensatorar fyri at hava møguleika at taka ímóti og brúka orkuna frá privatu vindmyllulundini. Fylgir hendan avleiðingin aðalendamálinum í elveitingarlógini um at veita øllum føroyingum so ódýran streym sum gjørligt?

- Pumpuskipan í Vestmanna hevur verið ein stórur partur av orðaskiftinum, nú málið um Gellingarklett er umrøtt. SEV søkti longu í 2013 um at seta upp eina pumpuskipan í Vestmanna. Onki kom burturúr umsóknini; tí søkti SEV um hetta sama av nýggjum hin 31. august 2018. Felagsskapurin hevur enn onki svar fingið.

- Hví svarar landsmyndugleikin ikki eini slíkari umsókn viðvíkjandi útbygging av føroyska elkervinum? Umsóknin hevur skjótt ligið hjá landsmyndug-leikanum í 3 ár; hvør er orsøkin til hetta drál? Nær kann væntast, at SEV fær svar uppá hesa umsóknina um pumpuskipan í Vestmanna?

Viðmerkingar:
15. januar í ár gjørdi Umhvørvisstovan av alment at lýsa loyvið leyst at søkja til ravmagnsframleiðslu úr vindorku við Gellingarklett í Hoyvíkshaganum. Freistin varð sett til 29. mars. Í § 5, stk. 2, í elveitingarlógini er m.a. ásett, at áðrenn umsókn verður viðgjørd, uttan at lýst er eftir umsóknum frammanundan, skal landsstýrismaðurin ráðføra seg við SEV. Sama dag, sum avgjørt varð at lýsa loyvið á Gellingarkletti leyst at søkja, t.v.s. fríggjadagin hin 15. januar, bað Umhvørvisstovan um at fáa fund í lag við SEV at verða mánadagin hin 18. januar 2021. Á skrá varð sett umrøða av innlatnu umsóknini frá Spf. Vindrøkt um loyvi at seta upp vindmyllur í Hoyvíkshaganum.

Tá onki samskifti hevði verið millum partarnar frammanundan fundinum um hesi viðurskifti, hevði SEV av góðum grundum ta fatan, at talan var um ein sokallaðan kunnandi fund. Mikudagin, hin 20. januar 2021, boðaði SEV Umhvørvisstovuni frá, at interkommunali orkufelagsskapurin hevði eina niðurstøðu klára at leggja fram fríggjadagin hin 29. januar, soleiðis, at SEV kundi koma við sínum viðmerkingum. Harvið kundi ráðføringin fara fram soleiðis, sum ásett er í lógini.

Tveir – 2 - dagar frammanundan, mikudagin hin 27. januar 2021, almannakunngjørdi Umhvørvisstovan lýsing eftir umsøkjarum sambært umsóknini, sum Spf. Vindrøkt hevði latið Umhvørvisstovuni. Við øðrum orðum valdi Umhvørvisstovan at lýsa eftir umsøkjarum, áðrenn stovnurin hevði ráðført seg við SEV, t.v.s. áðrenn SEV yvirhøvur fekk høvi til at leggja fram síni tilmæli og viðmerkingar annars til umsókina.

Á Løgtingi, 21. apríl 2021
Tórbjørn Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo