



Klokkan 10 í morgun var hitin komin upp á 15 stig í Vágum og Norðstreymoy, og helst verður lýggjari sum dagurin líður.
Tað er eysturættin, ella rættari landsynningurin, sum gevur góða veðrið vestanfyri, ímeðan aðrir partar av landinum oftani eru illa plágaðir av mjørka á hesi ættini.
Sambært veðurtænastunum á netinum verður dagurin í morgin líkur honum í dag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo