Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Heimsins triðríkasta kvinna letur helvtina av síni ogn til góðgerðandi endamál.

Fyrrverandi kona Amazon-stovnaran ger á sama hátt sum millum annað Bill Gates.

Í dag gjørdist greitt at milliarderinnan ongar ætlanir hevur um at brúka ognina sjálv, tá ið hon undirskrivaði «The Giving Pledge», eitt lyfti um at minst helvtin av ognini skal fara til góðgerðandi endamál, skrivar CNN.

– Eg havi pengar at deila út. Mín hugur til góðgerðir er umhugsaður. Og tað fer at krevja tíð, kreftir og umsorgan, men eg fari at halda áfram til pengaskápið er tómt, sigur hon í einum úttalilsi.

Hennara ogn er mett til 36,5 milliardir dollarar, og letur hon heltina av tí verður tað góðar 120 milliardir krónur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo