Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

07 Vestur: 07 Vestur hevur gjørt avtalu við SønderjyskE um Mads Winther. Ungi miðverjin flytir frá Superligufelagnum beinanveg og er byrjaður at venja við nýggja felagnum.

20-ára gamli danin hevur verið í SønderjyskE í nógv ár og flutti í fjør upp í Superliguhópin. Bert 19-ára gamal er torført at fáa spælitíð í Superliguni, men hóast tað hevur hann leikt 6 dystir við besta liði hjá SønderjyskE. 

Mads er nýggjast leikarin í 07 Vestur, og helst er hann eisini seinasti brikkurin í puslispælinum hjá Michael Schønberg. Umframt Mads Winther eru Ronnie Møller-Iversen frá EB/Streymi, Jasper Van Der Heyden frá KÍ, Ári Arge frá HB, Mads Borchers frá Esbjerg, Matthias Voss frá Vejle og Hákun Edmundson frá B36 lagdir afturat hópinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo