Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein maður í 20unum er deyður og tvey onnur hava fingið snuddir, eftir eina hending í býnum Steinkjær í Trøndelag í Noregi síðstu nátt. Ein maður um 30 ár, sum eftir øllum at døma var ávirkaður av onkrum rúsevnum, koyrdi inn í eina mannamúgvu og slapp sær síðani til rýmingar. Hann var stutt eftir hendingina funnin av politinum, tá hann hevði koyrt seg fastan í eini veit.

- Tað sær út sum hann gjørdi tað við vilja, men vit vita ikki hví, sigur Wenche Johnsen, sum er talskvinna fyri politiið, við VG.

Norska politiið ber vanliga ikki vápn, men hevur fingið boð um at gera tað fyribils eftir hendingina gjáranáttina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo