Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Bæði orkufeløgini Magn og Effo hava ein grønan profil og eru við i vindmyllulundum sum eru hóskandi staðsettar við atliti til umhvørvi.

Uppskotið til eina stóra vindmyllulund í Klivaløkshaga á Sandi er sera illa umhugsað og vil, um tað verður framt, verða herverk á eina av okkara fínastu perlum í Guðs skapanarverki, økið er einastandandi við vakurleika og við einum av ríkastu fuglaøkjum í Føroyum sum serfrøðingurin Silas Olofsson vísir á.

Rættast er at alt økið var friðað sum ein tjóðarpark. Missurin av Klivaløkshaganum vil verða ómetaliga stórur bæði fyri Sandingar og okkum øll sum vit hoyrdu Jóanness Í Miðstovuni bera fram.

Eg heiti á leiðslurnar á Magn og Effo um ikki at bjóða uppá hesa vindmyllulund, tað vil gleða nógvar av teirra kundum sum virðismeta okkara náttúru ella tað sum enn er eftir av henni. Vit bjarga ikki nátturuni og heiminum við at oyða okkara bestu grønu blettar her á landi.

Vit mugu ikki gloyma hvussu Eiðis Kommuna samanvið Fuglafrøðifelagnum nøkur ár herfyri gjørdu manngarð kring vakra økid Millum Tjarna við Eiði og fingu støðgað ætlanini við vindmyllum i økjunum. Eg vóni vit skjott hoyra fra FNÚ og Fuglafrøðifelagnum og teirra stuðul ímóti lundini í Klivaløkshaga.

Johan Mortensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo