Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fróðskaparseteið: Í morgun byrjaði stóra vísindaliga ráðstevnan hjá WHO, World Innovation Summit for Health í Qatar, har Football is Medicine er partur. Í morgin eru fyrilestrar við Magna Mohr, professara, og May-Britt Skoradal, lektara í heilsuvísindum á Fróðskaparsetri Føroya, og til ber at fylgja við á netinum.

Ráðstevnan, World Innovation Summit for Health (WISH), byggir á eina nýggja frágreiðing um, hvussu stórar altjóða ítróttarkappingar kunnu gagnnýtast til at fremja rørslu og kropsliga heilsu meira alment. Frágreiðingin eitur "Play the long game: A framework for promoting physical activity through sports mega-events", og hon verður løgd fram á ráðstevnuni nú.

Framløgurnar á hesi ráðstevnuni snúgva seg um fótbólt, rugby og súkkling, og eitt høvuðsevni verður orðaskifti um, hvussu stórar ítróttarstevnur kunnu stuðla londunum í at røkka altjóða málinum um at fáa fólk at røra seg 15 prosent meira í 2030.

Eitt endamál er somuleiðis at styrkja um altjóða vísindaligu samstøvini á hesum økinum og at fáa umsett vísindini til politikk og mannagongdir, fólkaheilsuni at frama. 

Ein partur av stóru WHO-ráðstevuni í Qatar er Football is Medicine, har Føroyar og Fróðskaparsetrið spæla leiðandi leiklut saman við Syddansk Universitet.

Á skránni eru tí eisini fyrilestrar við Magna Mohr, professara, og May-Britt Skoradal, lektara í heilsuvísindum á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya.

Sum sæst á skránni niðanfyri, verður fyrilesturin hjá Magna Mohr mikudagin 5. oktober klokkan 13:30 føroyska tíð, og May-Britt Skoradal fer á pall sum annar røðari eftir klokkan 18:00 (Doha er tveir tímar framman fyri okkum). 

Til ber at tekna seg til ráðstevnuna her.

Luttøka er ókeypis, og talgild, um ein vil tað.

Til ber eisini at lesa meira um ráðstevnuna á facebook-profilinum hjá Syddansk her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo