Sjáldan stýra kenslur eftir kumpass
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Magni er tað vit í dag kalla ein íverksetari. Eftir tveimum túrum við línubáti, fyri at fá endaliga avgreitt at hann ikki skuldi vera sjóðmaður, byrjaði hann sum 27 ára gamal sítt egna virki. Hann bygdi sær verkstað í Giljum. Oman á verkstaðin bygdi hann eini sethús,  har hann fyrstu tíðina hevði skrivstovu. Nógv var at gera skjótt hevði virkið snikkarar, timburmenn og lærling í arbeiði. Fyrst í 1970 varð verkstaðurin øktur við uppíbygningi norðureftir.

Virksemi víðkaðist til umframt snikkara arbeiði eisini at byggja sethús og størri vinnubygningar. Av størru arbeiðunum, sum Magni hevði kunnu t.d. nevnast: Føroya Banki í Miðvági, Snarfrost, Ellisheimið, Ítróttarhøllin, Kovin, Keypssamtøkan í Miðvági og Kommunuskrivstovuna í Sandavági.

Uttan fyri Vágar fekk hann arbeiðið at tekna og smíða benkurnar í Vesturkirkjuni. Húsini á Tórsbyrgi vórðu bygd saman við Guttesen og Staksberg.

Á verkstaðnum blivu fyrstu árini møblar, borð, køkar o.a. snikkað til, og fyrst í 80unum blivu eisini nakrir vindmylluveingir snikkaðir til har. Fólk komu langvegis frá fyri at síggja hetta arbeiðið.

Í 1973 stovnaði Magni saman við Sverra og Jens Erik Nielsen, P/F Sandavágs Timburhandil. Nøkur ár seinni keypti Magni saman við konuni hinar partaeigararnar út, og komu tey soleiðis í 1983 at eiga timburhandilin.

Orsøkinar vóru fleiri til at Magni byrjaði at selja byggitilfar; men eina mest bilaði ryggurin, og mátti Magni skurðviðgerast í 1975. Eftir hetta bar illa til at arbeiða sum snikkari og timburmaður.

Timburhandilin byrjaði úti á Bakka í Sandavági, men flutti í 1983 inn í nýggjan bygning á Giljanesi, har virksemið er enn ídag. Í 1985 var bygdur  ein goymslubygningur á kajini í Miðvági.

Síðan Timburhandilin byrjaði í 1973, til hann bleiv seldur í 2005, hevði hann ongantíð havt undirskot. Her er eisini vert at nevna, at Magni hevði eina sera modernaða leiðslu, eina hugsan, sum ikki var kend í 1960 ́unum. Hann hevði ein erligan og opnan leiðslustruktur.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo