Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

07 Vestur: Magnus hevur spælt nærum hvønn dyst á besta liðinum hjá B36 seinastu árini. Síðan 2017, sum var fyrsta árið á besta liðinum, har hann fekk nakaðð av spælitíð, hevur hann verið við so gott sum hvønn dyst. Í alt eru tað vorðnir 104 dystir í Betri Deildi, 16 í steypakappingini og 17 í evropeiskum kappingum. Harafturat hevur Magnus hópin av ungdómslandsdystum og hevur eisini verið í A-landsliðshópinum til Nations League í 2020.

Magnus kemur heilt sikkurt at vera góð styrki at fáa á miðjuni, hjá Michael Schjønberg. Og skiftið úr B36 er kanska eisini eitt prógv um at menningin í 07 Vestur seinastu árini, alsamt ger felagið meira áhugavert hjá góðum føroyskum leikarum.

Nýggi miðvallarin hevur júst fingið debut, nú hann kom inn í hálvleikinum í seinasta dystinum í VFF KUP fyri løtu síðan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo