Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

07 Vestur: 07 Vestur hava sett nýggjan høvuðsvenjara eftir at Heðin Askham er givin. Nýggi venjarin, svenski Magnus Powell, byrjar arbeiðið saman við fyrstaliðshópinum longu í hesi vikuni, sigur 07 Vestur.

46-ára gamli sviin kemur til 07 Vestur úr Levanger, har hann mátti gevast eftir at felagið var komið í fíggjarligar trupulleikar eftir at korona legði fótbólin stillan í fjør.  

- Serliga eru tað úrslitini við Levanger, sum ger hann til ein spennandi venjara fyri 07 Vestur, sigur Jón Nordendal, formaður í 07 Vestur, og heldur fram:

- Harafturat tiltalar tað okkum, at honum hevur eyðnast at menna ungar leikarar til bestu norsku deildina. Ætlanin er tískil eisini, at nýggi venjarin skal hava ein leiklut í at flyta ungdómsleikarar okkara úr U15 og U17 upp í vaksnamannafótbólt.

Magnus Powell hevur hópin av royndum sum leikari í bestu deildunum í Svøríki og Noregi, millum annað úr Ørebro, Lillestrøm og Lyn, umframt svenskum ungdómslandsliðum.

Eftir at vera steðgaður sum leikari byrjaði hann á venjaraleiðini sum akademivenjari í Sundsvall og Lillestrøm. Sum høvuðsvenjari hevur hann verið hjá Egersund, Sandefjord og Levanger. Magnus er útbúgvin FIFA PRO-venjari.

Magnus Powell hevur, sum eftirnavnið eisini avdúkar, røtur úr Onglandi, haðani pápin kemur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo