Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Havstovan: Úrslitini frá ársins makrelkanningum vísa, at nakað meira var av makreli og munandi meira av sild, men minni av svartkjafti, samanborið við í fjør.

Tað serliga í ár var, at ongin makrelur var í grønlendskum øki og sera lítið við Ísland. Henda gongdin – at makrelurin flytur seg eystureftir – byrjaði longu í 2018. Hinvegin var rættiliga nógvur makrelur fingin í Norskahavinum og norðan fyri Føroyar. Talan er sostatt um eina flyting eystureftir, heldur enn eina minking, tí samlaða nøgdin av makreli er ikki minkað seinastu árini.

Vísitalið fyri norðhavssild vaks heili 24% og er hetta mestsum bara vegna tilgongd av sera góða 2016-árganginum, sum nú rættiliga setur til vaksna stovnin. Henda unga sildin stóð í høvuðsheitum í landnyrðingspartinum av kanningarøkinum, meðan sildin um okkara leiðir var meira blandað í stødd.

Vísitalið fyri svartkjaft minkaði við 11% í ár. Minkingin stavar frá vánaligari tilgongd seinastu árini. Tó var nokkso fitt av svartkjafti, sum er gýttur í vár, sæddur sunnan fyri Føroyar og við Hetland. Tað er tó enn ov tíðliga at siga nakað um styrkina av hesum árganginum.

Kanningin er skipað sum felags kanning, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Danmark, Íslandi og Grønlandi. Tróndur í Gøtu varð leigaður til føroysku kanningarnar.

Les alla frágreiðingina her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo