Dirvi er tign undir trýsti
- Ernest Hemingway

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Kommunur

Klaksvíkar kommuna hevur, saman við øðrum viðkomandi aktørum á heilsuøkinum, gjørt eina menningarætlan við 10 átøkum, sum skulu bøta um heilsutænasturnar í Norðurøkinum. Eitt av átøkunum er at umskipa 1870-vaktartænastuna, so hon tryggjar borgarunum í Norðurøkinum og pørtum av Eysturoy eina betri og skjótari tænastu.

Klaksvíkar kommuna, Klaksvíkar sjúkrahús og Norðoya Bú- og Heimatænasta hava í felag gjørt eina heildarætlan, sum skal betra heilsutænasturnar til borgararnar í Norðurøkinum við íalt 10 raðfestum átøkum.

Fundir hava verið við Siri Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum og Heilsumálaráðið, sum hava víst heildarætlanini stóran áhuga. Fundir hava eisini verið við Heilsutrygd, grannakommunur og onnur áhugað um ætlanina. Avvarðandi stovnar eru eisini kunnaðir um heildarætlanina, sum Klaksvíkar býráð fyri stuttum samtykti.

Arbeiðið at fremja heildarætlanina er nú byrjað. 

Klaksvíkar sjúkrahús við í 1870 eftir skipaðum leisti

Eitt av átøkunum í heildarætlanini fyri heilsutænastur í Norðurøkinum er um at skipa tænastur í sambandi við 1870 kommunulæknavaktina á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Endamálið við átakinum er at skipa kommunulæknavaktina soleiðis, at allir borgarar hava atgongd til vakttænastur í nærøkinum eftir skipaðum leisti.

Skipanin við 1870 hevur á mangan hátt bøtt munandi um arbeiðsbyrðuna hjá kommunulæknunum, tí teir nú ikki noyðast at hava so nógvar vaktir sum áður. Men borgarar í Norðurøkinum og Eysturoy uppliva, at tænastan er versnað nógv, tí eingin skipað vakttænasta er í nærøkinum. Eingin avtala er heldur um samstarv millum 1870 og Klaksvíkar sjúkrahús, og tí er tilvísingin og tilgongdin til sjúkrahúsið mangan óskipað og tilvildarlig.

Avbjóðingin er at finna eina skipan, sum arbeiðsliga ikki liggur so langt frá teirri, sum er í dag, men har tænastan er bæði tættari at borgarunum og betur skipað.

Í átakinum verður mælt til at varðveita skipanina, har alt samskifti er um 1870, men at fáa eina skipaða tilvísing av sjúklingum í Norðurøkinum og Eysturoy til Klaksvíkar sjúkrahús. Hetta kann eitt nú verða gjørt við føstum tíðum á skaðastovuni og meira skipaðum samskifti millum 1870 og sjúkrahúsið.

Betri gagnnýtsla av tilfeinginum

Við hesum átaki fáa vit eina betur skipaða gagnnýtslu av tilfeinginum og eitt stórt framstig fyri tænastustøðið í Norðurøkinum og Eysturoy.

Vit hava her lagt upp til eina loysn, ið Norðurøkið stendur saman um. Eitt uppskot til loysn, ið er handað landsstýriskvinnuni, og sum vit síggja fram til at samskifta og arbeiða víðari við í góðum samstarvi við landsstýri og avvarðandi myndugleikar.

Vónandi verður hetta partur av nýggja heilsupolitikkinum, tí talan er her um átøk, sum fyri tað mesta ikki hava við sær íløgur ella kostnað út um tað, sum verandi rakstur kann bera.

Átøkini krevja hin vegin samtykki frá Heilsu- og innlendismálaráðnum og øðrum viðkomandi myndugleikum, tí talan er í nøkrum førum um bygnaðarligar broytingar. Eitt nú krevur átakið viðvíkjandi 1870 kommunulæknavaktini øðrvísi nýtslu av tilfeinginum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Tí er givið, at um hetta skal rigga væl og nøktandi fyri bæði brúkarar og Klaksvíkar sjúkrahús, og skal lætta um hjá 1870, so er neyðugt, at tað verður gjørt undir skipaðum umstøðum.

Vit fegnast um, at tað er eydnast okkum at gera hesa menningarætlan fyri heilsuøkið í Norðurøkinum. Arbeiðið byggir í stóran mun á tær ætlanir, sum landsstýrið hevur latið gera seinastu árini, og er okkara íkast til eina heilsunýskipan, sum eisini tekur atlit til borgararnar í Norðurøkinum. Vit vóna at seta menningarætlanina í verk í góðum samstarvi við avvarðandi myndugleikar. 

Átakið viðvíkjandi 1870 kann skjótt kann setast í verk, um bara vilji er til tað. Dømið úr Æðuvík vísir okkum ið hvussu so er, at pláss er fyri batum, og at brúk er fyri tænastuni.

Jógvan Skorheim

Borgarstjóri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo